NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjóhitaskipanin í Klaksvík sett í gongd

3/10/2019

Comments

 
Billede
Gott 100 fólk vóru komin at síggja og hoyra um sjóhitaskipanina hjá Klaksvíkar kommunu, sum alment varð tikin í nýtslu seinnapartin. Tað vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sum tendraðu fyri skipanini, sum í dag hitar íbúðirnar á Biskupstorgi og nýggja skúlan á Skúlatrøð.

Umframt teir bygningar sum longu eru knýttir í skpanina, verða KÍ-, badminton- og svimjihøllin knýtt í áðrenn ársskiftið. Tá tað er gjørt, væntar kommunan at spara einar 500.000 til 1 millión litrar av ojlu um árið.

Eftir at Rani Nolsøe hevði framført nøkur løg, vóru røður á skránni, umframt at Heini Ellingsgaard frá SMJ greiddi frá um upprunan til verkætlanina. Heini var ikki afturhildin, tá hann rósti Klaksvíkar kommunu fyri hetta megnar avrik. Mest av øllum tí, at hetta eisini er ein verkætlan, sum veruliga er framsíggin, tí hon er ment soleiðis, at fleiri vinnuaktørar og almennir bygningar lættliga kunnu knýta seg uppí skipanina. Eisini landstyrismaðurin, Helgi Abrahamsen, segði, at hetta er ein verkætlan, sum avgjørt slóðar fyri einari góðari grønari umstilling, og takkaði Klaksvíkar kommunu fyri at ganga á odda á hesum økinum.

Eftir tað var lætt ábit og fólk høvdu møguleika at spáka sær yvir í hjarta á skipanini, sjálvt pumpihúsið, at síggja hvussu skipanin virkar. Har er millum annað ein skermur, sum vísur hitan á sjónum sum kemur inn og hitan á vatninum, sum verður pumpaður til brúkarin.

Røðan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra, kann lesast niðanfyri.

Ein vakur dagur, at hugsa um umhvørvið.

Hóast heysti er komið, so uppliva vit í dag sólglottar. Og tær fáu sólstrálirnar verma helst bara nakrar ferðir afturat í ár, tí skjótt stendur veturin í durinum.

Nógv verður tosað um umhvørvið, men ofta verður ov lítið framt.

Prát um burðardyggan politikk, umhvørvi og grønar loysnir sum heild, hava seinastu vikurnar fingið eina nýggja dimensjón aftaná, at Greta Thunberg hevur vitjað statsleiðarar og ferðast við sínum boðskapi.

Vit kunnu róliga siga, at hon hevur deilt vøtnini. Bæði Trumph, Obama, Merkel, ja, og allir føroyingar hava eina meinning um ungu gentuna. Men kanska mest av øllum hava vit sæð sterkar kenslur – har talað verður fyri og ímóti.

Soleiðis var eisini, tá Klaksvíkar kommuna í 2015 fór undir verkætlanina við sjóhitaskipanini. At ein heilur býur skuldi kunna hitast við sjóhita, var nokk fyri mong eitt sindur av einum ørvitisprojekti, men politiskt varð man samdur um, at hetta var ein framsíggin loysn, har Klaksvík tók føraratroyggjuna á grøna orkuskiftinum.

Góðu tit øll

Hetta er ein stórur dagur! Ein stórur dagur fyri okkum í búleikast her, og ein stórur dagur fyri umhvørvið. Hetta er slóðbrótandi á fleiri økjum.

Sjóhitaskipanin, sum í dag alment verður tikin í nýtslu, er ein heilt nýggj og framfýsin loysn, sum í hesi støddini ongantíð áður er roynd í Føroyum.

Tí vil eg fyrst og fremst takka býráðnum, kommununi og tykkum arbeiðstakarum, sum hava gjørt hetta møguligt.

Vit kunnu øll vera errin av úrslitinum, og eg eri errin av, at vit saman hava raðfest hetta. Íløgan fer at hava týðandi leiklut fyri umhvørvið, brúkaran, kommununa og okkara komandi ættarlið.

***

Í dag taka vit eitt stig á leiðini.

Verkætlanin hevur verið drúgv, men tá ið farið verður undir nýggjar verkætlanir, ið eisini krevja nýhugsan, so veit ein og hvør íverksetari, at vegurin til málið er ikki eftir einari beinari linju.

Vegurin kann verða knortlutur og til tíðir møtimikil, men tess størri er gleðin, tá ið farið verður um málstrikuna.

Nógv fyrireikandi arbeiði hevur verið hesi árini, og við fleiri verkætlanum í býnum, sum skulu gerast samstundis, hevur hetta kravt nógvar tillagingar og samstarv.

Endamálið við skipanini hevur frá byrjan verið, at farast skal til verka soleiðis, at skipanin í framtíðini kann útbyggjast enn meira.

Hetta merkir, at tað longu nú er gjørt klárt til, at komandi værkætlanir verða knýttar at skipanini.

Harafturat hevur kommunan longu bygt ein bygning uppi á ítróttarøkinum, sum skal brúkast sum liður í víðari útbyggingum, tí innan alt ov leingi, skulu eisini ítróttarhallirnar og svimjihøllin knýtast í sjóhitan.

Somuleiðis er gjørt klárt til, at aðrir vinnuaktørar og almennir bygningar í býnum kunnu knýta seg til skipanina, tá teirra íløga eru gjørd klár.

Tað er ongin loyna, at sjóhitaskipanin veruliga er ein sólskinssøga. Longu nú, ímeðan vit hava royndarkoyrt skipanina, so hava vit sæð, at allar útrokningar síggja út til at halda.

Tað merkir, at kommunan kemur at spara millum 500.000 og eina millión litrar av olju um árið. Tað, at vit eisini hava sygt fyri, at skipanin í framtíðin kann útbyggjast merkir, at í fullari stødd kann sparast upp ímóti fimm milliónum litrum av olju um árið.

***

Í dag kunnu vit vera errin av, at Biskupstorg fær gangnnýtt sjóhitan, og um umleið tvær vikur, so kann skúlin eisini hitast við sjóhita.

Tað næsta verður skoytibreytin, sum vónandi verður klár til jólar. Arbeitt verður av øllum alvi fyri at náa hesum, og er tað sjálvsagt mín vón, at vit øll kunnu fáa ein jólaligan mánað á skoytibreytini á Biskupstorgi, har mammur og pápar saman við sínum børnum, kunnu hava hugnaligar løtur á skoytibreytini. Ja, kanska eisini vit fara at síggja ommur og abbar – tað er einki til hindurs fyri tí heldur.

***

Ofta verður tikið til, at ein visjón skal hugsast sum ein leiðistjørna. Visjónin er so mikið langt frammi, at neyðugt er, at arbeiða ógvuliga miðvíst, har fokus verður sett á ítøkuligar og góðar málsetningar. Tað haldi eg at vit kunnu siga um hesa verkætlanina.

Vit hugsaðu stórt, men hava síðani arbeitt miðvíst.

Nú hava vit nátt okkara fyrsta málsetningi, og kunnu vit vera errin av fyrsta byggistigi. Men mest errin eri eg av, at arbeiðið hevur slóða fyri, at vit framhaldandi kunnu arbeiða ímóti visjónini um, at raksturin í Klaksvíkar kommunu í størst møguligan mun er burðardyggur og umhvørvisvinarligur.

Til seinast vil eg takk øllum, sum hava verið við til at framt hesa verkætlanina. Øll hava lagt eitt megnar arbeiði í, at fáa hesa skipan til veruleika, og fyri tað eri eg ómetaliga takksamur.

Eisini vil eg takka landsstýrismanninum í Umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, fyri at hann vildi siga nøkur orð í samband við stóra dagin.

***

Og so haldi eg eisini, at eg tori at siga, at um Greta Thunberg var borgari í Klaksvíkar kommunu, so hevði hon eisini verið errin í dag.

Takk fyri!

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.