Føroysk frímerki á framsýning í Japan
Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan. Føroyar eru vertur fyri Faroe Islands Days í norðurlendska skálanum 4. og 5. september og hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk. Frímerkið hjá Sigrun Gunnarsdóttir verður presenterað á framsýningini, umframt serstemplið, sum er framleitt júst til hetta høvið.
Hósdagin, 5. september hevur Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur. Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.
Sí annars skránna fyri Faroe Islands Days í Japan her.
Keyp frímerki á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið.
Á heimasíðu okkara ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.
Posta



RSS Feed