Týsdagin Í farnu viku hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag vitjan av tveimum umboðum frá stóru Suðurkoreansku fyritøkuni LX International. Fyritøkan virkar innan eitt nú handil, logistik og ymiskar aðrar vinnur. Umboðini vóru serliga áhugað í at hoyra um føroyskar fiskavørur, og serliga um føroyskan makrel og laks. Í hesum sambandi vóru útflytarar av makreli og laksi eisini við til fundin og greiddu frá.
Suðurkorea er, eins og fleiri onnur lond í Asia, áhugaverdur marknaður fyri føroyskar útflutningsfyritøkur og hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini víst á, at landsstýri eigur at raðfesta at fáa betri handilssambond við asiatisku marknaðirnir, og serliga Suðurkorea. Í dag er millum 10% og 20% tollur á bæði føroyskum makreli og laksi til Suðurkorea, meðan okkara kappingarneytar kunnu útflyta hesar vørur nærum tollfrítt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag