Herfyri varð farið undir arbeiðið at dagføra reinsiverki niðri á Gil í Borðoyarvík. Hetta arbeiðið, sum verður gjørt, er partur av arbeiðinum at dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu. Nú eru hesar leiðingar verða umvældar, verður nýtt reinsiverk grivið niður við Gil á Borðoyarvík.
Sum sæst á myndunum er arbeiðið komið væl áleiðis, og tað er gleðiligt, tí gamla reinsiverkið og opna rørið í fjørðuni, er nakað, ið borgarar hava ilskast á í nógv ár.
Klaksvíkar Kommuna