NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarøki nakrantíð – uppi á Fossum

1/12/2025

Comments

 
Picture
- Vit hava arbeitt miðvíst við at fáa hetta áhugaverda bústaðalendið í Klaksvík klárt til útbjóðing, og eg fegnist um, at býráðið hóskvøldið samtykti at seta ferð á hesa bygging, sum kann fevna um nakað oman fyri 150 bústaðaeindir tilsamans, trivnaðarøkir, ein dagstovn og eitt stykki til innkeyps-, kóntór- ella handilsbygning, sigur Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini.

- Tá eg við ársbyrjan tók við sum formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, var púra greitt, at størsta einstaka avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er at útvega nóg mikið av væl egnaðum lendi til bygging av bústøðum, sum eru fjølbroyttir og kunnu nøkta tørvin hjá øllum málbólkum.

- Sum eitt av tí fyrsta setti eg mær tí fyri at raðfesta hetta økið, sum er størsta einstaka fortreytin fyri at skapa vøkstur og menning í okkara annars væl útbygda og spennandi býi og kommunu.

- Tí hava vit longu avtikið gamla grundstykkjalistan, og fingið eina eina nýggja talgilda søluskipan til kommunalu grundstykkini, ið er tøk á heimasíðuni hjá kommununi – hetta ger, at stykkini eru lættari atkomulig hjá fólki, tá ið tørvur er á tí, og hetta minkar munandi um umsitingina av skipanini, sigur Anfinn í Toft.
​
Lendi til umleið 150 bústaðir og tilhoyrandi bygningar á Fossum
Á býráðsfundinum hóskvøldið 27. november 2025 samtykti býráðið einmælt at bjóða út eitt stórt lendi á Fossum til bústaðabyggingar, og í komandi viku verður sølulýsing løgd út á heimasíðu kommununnar og í miðlarnar.

Talan er um eitt stórt byggilendi á samanlagt 29.200 m2, til blandað íbúðar- og vinnuendamál, ið kann lutast sundur í smærri byggiøkir. T.d. verður eitt byggiøki á 3.400 m2 útlagt til ein komandi barnagarð. Møguleikar eru fyri geirum millum byggiøkini, ið verða útlagdir sum grøn fríøkir, trivnaðarøkir og bindilið millum komandi býlingarnar.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um, hvussu økið og byggingin verður skipað. Boðgevari kann velja at lata gera uppskot til útstykkingarætlan fyri byggiøkini og stovnin ella einans gera útstykkingarætlan fyri eitt ella fleiri av byggiøkjunum. Nærri upplýsingar um hetta verða tøkir, tá ið lendið verður boðið út um nakrar dagar.

Picture
​Spennandi verkætlan- Bústaðaverkætlanin á Fossum er eitt týðandi stig fyri okkum í Klaksvíkar kommunu, bæði við síni stødd, sum gevur pláss til hópin av nýggjum borgarum, og eisini tí hesin nýggi býlingurin liggur sera væl og tætt við miðbýin í Klaksvík, sigur Anfinn í Toft, ið sær fram til, at enn størri ferð nú kann koma á bústaðabyggingarnar í Klaksvíkar kommunu.

- Fleiri aðrar bústaðaverkætlanir eru í gongd og ávegis, sum vit eisini fegnast stórliga um, og vit fara framhaldandi at gera okkara ítasta til at útvega fleiri lendi til bústaðaverkætlanir.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.