NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar og Grønland samd um býti av fiskirættindum fyri 2026

4/12/2025

Comments

 
Picture
Føroyar og Grønland hava 3. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026.

Samráðingarnar vóru hildnar í Nuuk.

Avtalan inniber smærri lækkingar í kvotunum á báðum síðum.

Føroyar lata Grønlandi svartkjaft og norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin er bulurin í avtaluni. Sambært vísindaliga tilmælinum lækkar heildarkvotan av svartkjafti við 41% í 2026. Hetta ávirkaði samráðingarnar, sum eisini bóru brá av, at Grønland ynskti ikki at økja um kvotuna av norðhavssild í føroyskum sjógvi, sum sambært vísindaliga tilmælinum hækkar við 33% í 2026.

Úrslitið gjørdist, at grønlendska kvotan av norðhavssild stendur í stað við 4.900 tonsum, ímeðan grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi lækkar við 3.350 tonsum. Harumframt lækkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaftakvotuna, sum Grønland hevur í NEAFC- økinum, í føroyskum sjógvi við 3.217 tonsum.

Tillagingar vóru eisini í kvotunum hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan, sum hevur verið misjavnt gagnnýtt seinastu árini, lækkar við 200 tonsum. Føroyska toskakvotan og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi lækka við ávikavist 150 og 50 tonsum, meðan hjáveiðikvotan av kalva lækkar við 25 tonsum.

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2026 kunnu fiska tilsamans 2.350 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, meðan brosmukvotan verður 175 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 275 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2026 verða 4.900 tons av norðhavssild og 20.400 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum er 4.597 tons.

Arbeitt hevur verið við at dagføra rammuavtaluna um fiskiveiði millum Føroyar og Grønland, og er hetta arbeiðið nú við at vera komið á mál. Londini eru samd um at miða ímóti at undirrita nýggju rammuavtaluna í Føroyum á vári 2026.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.