- Eg eri sera væl nøgdur við, at tað í hesum truplu tíðum hevur eydnast at fáa eina semju í lag í hesum árinum. Hetta merkir, at føroyska fiskivinnan kennir so nógvar fortreytir sum gjørligt við ársbyrjan, og aftur komandi ár hevur góðan møguleika at gagnnýta botnfisk í Barentshavinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
Lívfrøðiliga støðan á týðandi fiskasløgum hevur við sær skerjingar á báðum síðum, og avtalan minkar tí nakað í mun til brátt farna árið.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2026 verða hesar: Toskur 6.306 tons, hýsa 1.484 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. Føroysku botnfiskakvoturnar í Barentshavinum lækka sostatt við samanlagt 655 tonsum í 2026. Toskakvotan lækkar við 1.139 tonsum, ímeðan hýsukvotan hækkar við 484 tonsum.
Eins og í 2025 kunnu føroysku botnfiskakvoturnar flytast í norskan sjógv eftir avtalu við Noreg.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi lækka eisini í mun til undanfarin ár. Svartkjaftakvotan lækkar við 10.000 tonsum og makrelkvotan við 3.879 tonsum. Kvotan av norðhavssild hækkar tó nakað við 1.914 tonsum.
Russisku kvoturnar fyri 2026 verða hesar: Svartkjaftur 65.000 tons, makrelur 4.201 tons og norðhavssild 7.714 tons. Russisk skip kunnu fiska hesar nøgdir í føroyskum og altjóða sjóøki.
Russisk skip fáa í 2026 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 30.953 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi. Hetta er ein lækking á 41% í mun til 2025.
Russisk skip hava heldur ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi í 2026.
Eins og onnur vestanlond hava Føroyar avgjørt, at frá 1. januar 2026 verða avmarkandi tiltøk sett í verk, sum millum annað fevna um tvey russisk reiðarí. Ein avleiðing fyri fiskiveiðiavtaluna er, at skip hjá hesum feløgum ikki kunnu fáa loyvi at fiska og virka í føroyskum sjóøki í 2026, umframt at tey ikki fáa atgongd til føroyskar havnir.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið









RSS Feed