NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hjálparfólkafelagið: Jólagávan í ár:

29/12/2024

Comments

 
Picture
Nevndin hevur avgjørt at geva eina serliga jólagávu.
Allir okkara limir fáa “ókeypis” limagjald í 6 mðr, frá 01.01.25 til 30.06.25.


Vit seta okkara limagjald til 0,01%. Í krónum og oyrum merkir tað, at tú fær millum 1200kr og 3000kr meira til tín sjálvan. Føroya Pedagogfelag hevur 1,6% sum limagjald, meðan okkara limagjald liggur á 1,5%.
Vit hava so nógvan pening á bók í dag og hava í verandi løtu ikki beinleiðis brúk fyri meira. Vit ynskja heldur at savna enn fleiri hjálparfólk til okkara felag. Tí vit fara heilhjartað eftir okkara samráðingarrætti.

Í hesum tíðarskeiðinum hava allir okkara limir fullan fakfelagstuðul, um okkurt  serligt neiligt skuldi hent fyri onkran av okkum. Okkara Hjálparfólkafelag er eitt fíggjarligt sterkt felag og vit hava alt Betri samtakið aftan fyri okkum.

Vit fara eisini í hesum tíðarskeiðið undir eitt nýtt limaátak, har øll onnur hjálparfólk á okkara starvsøki eisini fáa tann sama møguleikan við 0,01% limagjaldinum.  Sum áðurnevnt; vit arbeiða fyri øll hjálparfólk í Føroyum.

So allir nýggir limir fara tískil eisini at fáa hendan møguleikan at spara nakrar limakrónur og við fullan fakfelagstuðli.

Vit ynskja eisini at skapa meira fokus á limagjald, og hvat allar limagjaldskrónurnar frá øllum hjálparfólkum á okkara starvsøki verða nýttar til.

Á okkara næsta nevndarfundi millum jól og nýggjár fara vit at senda tann vælumtókta kalendarin út til tykkum. Tá fara vit eisini at trekkja lut í millum nakrar góðar vinningar til tykkum:
4 gávukort á 1000kr á Hotel Brandan, ella Smyril Line samtakið.
30 gávukort á 175kr frá Saunagos.fo

Í tí næsta kunningarskrivinum fara vit at fortelja meira um m.a Álitisfólkaskipanina og hvat hendir har á økinum. Nú skal tað vera jólafriður.

Takk fyri tykkara álit.

Gleðilig jól

Hjálparfólkafelagið

Comments

Umsóknir til Fiskivinnuroyndir 2025

20/12/2024

Comments

 
Picture
Lýsing eftir umsóknum

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
​
Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Frameftir verða fiskivinnuroyndir skipaðar í tvær ymiskar stuðulsskipanir:

Flaggskipaverkætlanir
3,3 milliónir krónur eru settar av til flaggskipaverkætlanir, har søkjast kann um upp til eina millión krónur um árið í trý ár. Flagsskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: 
•    Virðisøking
•    Alt til lands
•    Burðardyggur fiskiskapur
Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini. 
Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.

Smærri verkætlanir
1 millión krónur er sett av til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 500.000 um árið upp til trý ár. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her. 
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Freistin at søkja um smærri verkætlanir er mánadagin 27. januar 2025 kl. 12:00.

Í viðgerðini av umsóknunum til báðar stuðulsskipanirnar verður serligur dentur lagdur á, at:
•    Úrslitini eru almannagagnlig
•    Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands
Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda  umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. 

Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo undir Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á [email protected] ella telefon 22 22 58.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2025.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: [email protected].
Eftir ætlan verður skipað fyri kunnandi tiltaki um flaggskipaverkætlanir tíðliga í nýggja árinum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Jól og nýggjár: Broytingar í innsavningini

19/12/2024

Comments

 
Picture
Í sambandi við jólahøgtíðina og nýggjárið eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum.

Mánadagin 30. des: Syðrugøta, Haraldssund, Kunoy, Norðtoftir, Depil, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Klaksvík, Gøtugjógv, Norðragøta, Leirvík, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Skála, Innan Glyvur og Strendur.

Leinkið til kunning á irf.fo, klikk her: https://irf.fo/kunning/jol-og-nyggjar-broytingar-i-innsavningini/

IRF

Comments

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

17/12/2024

Comments

 
Picture
Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi vóru í Oslo 2. desember og vóru endaliga avgreiddar á talgildum palli 17. desember.

Hóast munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum fyri 2025.

Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910 tons, sum er ein lækking á 10%. Kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons.

Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22%.

Bert smávegis tillagingar eru í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2025. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 100 tonsum til 2.500 tons, og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 600 tons.

Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska. Hetta fyri at hava møguleika at fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum á teimum leiðum, sum lønar seg best tey ymisku tíðarskeiðini á árinum.

Nú Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu.

Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild

13/12/2024

Comments

 
Picture
Føroyar og Noreg hava í dag undirritað strandarlandasemju um at býta norðhavssild. Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Sambært semjuni fáa Føroyar ein býtislut á 10 prosent av mest loyvdu veiðu (MLV) og Noreg ein býtislut á 64,18 prosent av MLV. Við hesum taka Føroyar og Noreg í felag ábyrgd til tess at minka um trýstið á norðhavssildastovnin og virka í felag fyri at tryggja, at norðhavssildastovnurin verður umsitin á burðardyggan hátt í framtíðini. Í alt hava Føroyar og Noreg saman minkað um ovfiskiskapin við 22,82 prosentstigum. 

Afturat strandarlandasemjuni hava Føroyar og Noreg gjørt semju um atgongd, sum loyvir føroyskum skipum at fiska alla ta føroysku norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip fáa loyvi at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at strandarlandasemjan millum Føroyar og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri føroyska uppsjóvarflotan og fyri norðhavssildastovnin. Føroysk skip kunnu nú fiska alla ta føroysku sildakvotuna í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki í mun til ferðingarmynstrið hjá stovninum. 

Landsstýrismaðurin vísur eisini á týdningin, sum góða samstarvið millum Føroyar og Noreg hevur.  Sum stórhavstjóðir og sum nærmastu grannar hava Føroyar og Noreg nógv mál av felags áhuga og er tað tí sera umráðandi, at Føroyar og Noreg samstarva væl.

Strandarlandasemjan kann lesast her.

Semjan um atgongd kann lesast her.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Kundar í Føroya Banka fáa nýggjar talgildar loysnir

13/12/2024

Comments

 
Picture
Føroya Banki leggur seg eftir støðugt at menna sínar talgildu pallar, soleiðis at kundar lætt og einfalt kunnu fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Bankin kemur nú við einari nýggjari funku, ið gevur kundum møguleika skjótt og lætt at stovna egnar samansparingarkontur í netbankanum. 
 
Fyrst í Føroyum 
Bankin leggur seg eftir at vera ein virkin viðleikari í talgildu samfelagsmenningini og gevur sítt íkast við at 
menna loysnir, ið stimbra og stuðla hesum máli. At kundar í Føroya Banka nú kunnu stovna sær kontur 
beinleiðis í netbankanum er ein varði á talgildu leiðini hjá bankanum.  
“Vit hava arbeitt við at kunna leysgeva hesa snildu funku í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða kundunum enn eitt amboð, ið ger tað lættari at stýra egnum fíggjarviðurskiftum. Í fyrsta umfari ber bert til at stovna samansparingarkontur, men vit arbeiða við at talgilda og einfalda uppaftur fleiri tænastur,” sigur Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka. 

Føroya Banki er fyrsti føroyski peningastovnurin, ið bjóðar hesa funku í netbankanum, og talan er tí um 
slóðbrótandi nýtt á talgilda økinum. Menningin er farin fram í tøttum samstarvi við føroyskar veitarar.
  
Tekur nøkur sekund at stovna eina kontu 
Tað tekur bara nøkur sekund at stovna eina samansparingarkontu í netbankanum og at undirskriva talgilt. 
Nýstovnaða kontan sæst síðani á kontuyvirlitinum hjá kundanum, næstu ferð hann ritar inn í netbankan. 
Tólmennið, ið bankin hevur ment, og sum ger hesa sera skjótu avgreiðslutíð møguliga, letur upp fyri enn 
fleiri líknandi funkum, ið fara at betra um kundaupplivingina á talgildu pallunum hjá bankanum í framtíðini.
  
Fleiri funkur á veg 

Netbankin er í dag eitt týðandi amboð í gerandisdegnum hjá flestu føroyingum. Hagtøl hjá bankanum vísa, 
at omanfyri 80% av øllum innritanum í netbankan eru frá snildfonini. Tað merkir, at tað ber til at avgreiða 
síni fíggjarviðurskifti, sama hvat klokkan er, og uttan mun til, hvar fólk eru stødd. Og í bankanum vita tey, 
at júst hetta at kunna avgreiða síni viðurskifti, tá ið tað hóskar kundanum, hevur alsamt størri týdning fyri 
tann einstaka. 
“Vit vilja fegin gera tað møguligt hjá fólki at brúka tíðina til tað, ið hevur týdning fyri tey. At flyta pengar 
ella stovna kontur skal vera lætt og einfalt, so tíðin kann brúkast til annað týdningarmikið. Vit arbeiða tí við 
ymiskum øðrum á talgilda økinum, ið skal vera við til at lætta um gerandisdagin hjá kundunum. Til dømis 
ber nú eisini til at virkja gjaldskort í netbankanum, og harumframt eru aðrar funkur ávegis,”
sigur Brian 
Smedemark.   

Lætt og ókeypis  
Í Føroya Banka eru tey tilvitað um, at fólk í alsamt størri mun vilja hava møguleika at avgreiða síni 
fíggjarviðurskifti talgilt, og tá ið tað hóskar teimum. Tí valdi bankin fyrr í ár at gera netbankan ókeypis, 
soleiðis at henda so grundleggjandi tænasta nú er atkomilig uttan kostnað fyri allar kundar í bankanum. 

Áhaldandi talgilda menningin fer at gera netbankan til eitt uppaftur meiri gagnligt amboð, so hvørt sum 
nýggj talgild amboð verða ment.

Føroya Banki

Comments

Landsstýrismaðurin vitjaði MEST

11/12/2024

Comments

 
Picture
Mánadagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, MEST, sum er ein av størstu fyritøkum í landinum. 

Mouritz Mohr, stjóri á MEST, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á MEST. 

Virksemið á MEST fevnir m.a. um at byggja nýggj skip og at umvæla og viðlíkahalda skip. MEST hevur eisini annað virksemi kring landið. 

Millum mongu uppgávurnar hevur MEST seinasta árið arbeitt við prosjekteringini av nýggju strandfaraskipunum til smærri oyggjaleiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins. 

Landsstýrið hevur sett á skrá at byggja nýggj skip til smærri oyggjaleiðirnar. Sum kunnugt er nýggja Kalsoyarskipið fyrst á skrá, og prosjekteringin av Kalsoyarskipinum er komin væl áleiðis. Í næstum verður farið undir sjálva tilgongdina at skipa útbjóðingina av byggingini.

“Tað er at fegnast um, at fyritøkur í Føroyum megna at lyfta uppgávur sum at prosjektera nýggj skip til Strandfaraskip Landsins, soleiðis at uppgávur av hesum slagi kunnu loysast í Føroyum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Á MEST arbeiða um 500 fólk, og MEST er eisini eitt av størstu læruplássunum í landinum. Í løtuni eru fleiri enn 75 lærlingar á MEST.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Ársfrágreiðing 2023 ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

11/12/2024

Comments

 
Picture
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing fyri 2023 í Smæruni mánadagin 16. desember kl. 14-16. Skrá fyri framløgutiltakið er viðheft, sjá niðast í greinini.

Ársfrágreiðingin verður send miðlunum í trúnaði undan framløguni. 

Ársfrágreiðingin er fyrsta frágreiðing hjá Ráðnum, sum byggir á nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan. 

Hagtølini vísa millum annað, at føroyskir granskingarstovnar og vinnufyritøkur granskaðu fyri 376 millliónir kr. í 2022. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni, sum er lægri enn í hinum Norðanlondunum og bert helvtin av tí, sum Evroparáðið mælir til. Føroyar lógu hinvegin ovarlaga í nýskapan samanborið við hini Norðanlondini í 2022. Tvær vinnugreinar - fiski- og alivinna og samskifti - áttu tilsamans umleið 80% av útreiðslunum til nýskapan. 

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir millum annað til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli. Eisini mælir Ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur.

Á framløgutiltakinum fara Ben Arabo, stjóri í Framtaki, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, at skifta orð um týdningin av at menna nýskapan í Føroyum. Eisini verður pallborðsfundur við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í granskingarmálum, Árna Skála, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og Erhardi Joensen, formanni í Vinnunevndini.

Granskingarráðið

Framløga av ársfrágreiðing fyri 2023 hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan
---------------------------------------------------------------------------------------

Tíð: Mánadagin 16. desember kl. 14-16

Stað: Smæran,  J. H. Schrøters gøta 7, Tórshavn

Skrá:
Framløga av ársfrágreiðing:
Tórheðin Jensen, formaður í Ráðnum fyri Gransking, Menning og Nýskapan

Sofaprát:
Ben Arabo, stjóri í Framtaki 
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni 

Kaffisteðgur

Pallborðsfundur:
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, Tjóðveldi 
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, Javnaðarflokkurin 
Árni Skáli, fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Fólkaflokkurin 
Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, Sambandsflokkurin 

Orðstýrari: Dagmar Joensen-Næs

Granskingarráðið

Comments

Yvirlit yvir “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” og “Fiskirættindi” fyri 2024

6/12/2024

Comments

 
Picture
Yvirlitini fyri 2024 yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni og yvir fiskirættindi eru nú almannakunngjørd.

Endamálið við hesum útgávum er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. Við hesum kunnu fólk á ein einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. 

Útgávan “Ognarviðurskiftini í fiskivinnuni” vísir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum. Útgávan “Fiskirættindi” er eitt yvirlit yvir fiskirættindini hjá føroyskum fiskiførum í 2024, sum er bygt upp í trimum stigum:

1.    Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
2.    Feløg. Hvørji feløg høvdu rætt til fiskirættindi í einstøku bólkunum.
3.    Skip og bátar. At hvørjum skipum ella bátum hava feløgini knýtt rættindini.

Tað er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum saman við VØRN hevur staðið fyri útgávunum.

Báðar útgávurnar “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” liggja á heimasíðuni hjá Vørn www.vorn.fo undir Snarleiðir og á heimasíðuni hjá Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum www.fisk.fo undir Frágreiðingar og álit. Á nevndu slóðum liggja eisini útgávurnar frá undanfarna ári.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið


Comments

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland óbroytt í 2025

6/12/2024

Comments

 
Picture
Føroyar og Ísland hava gjørt semju um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2025. Samráðingarnar vóru á talgildum fundi 5. og 6. desember og vóru londini samd um at halda fram við somu avtalu, sum var galdandi fyri 2024.

Upprunaliga var ætlanin, at samráðingarnar skuldu verða hildnar í Føroyum fyrr í heyst, men tá val varð útskrivað í Íslandi í úrtíð, vórðu londini samd um at útseta samráðingarnar fyribils.

Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.