NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fleiri týðandi framtøk á Klaksvíkar havn í 2026

28/11/2025

Comments

 
Picture
- Hetta komandi árið fara vit á Klaksvíkar havn at satsa upp á størri og spennandi verkætlanir, sum økja virksemið og inntøkurnar hjá Klaksvíkar havn, samstundis sum vit ikki gloyma tey líka so neyðugu, smærru átøkini og ábøturnar, sum geva kundum okkara betri umstøður og tænastur, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevnd býráðsins.

- Størri vinnuverkætlanir, landstreymur til kósakajina, bátadráttur til bátahylin á Borðoyarvík, dagførd el-veiting við bátahylin á vágni og fleiri inntøkur til Klaksvíkar havn. Tað er nakað av tí, sum fíggjarætlanin 2026 fevnir um.

Landstreymur til Kósakajina

- At bjóða landstreym til bátar á kósakajini er ikki nakað nýtt, men seinastu tíðina hava karmar og umstøður als ikki verið nøktandi. El-talvan er ikki dagførd, og tað er somikið trupult fyri bátarnar at binda í, at teir aftra seg við hesum.

- Hetta hevur í longri tíð elvt til stóran ampa hjá borgarum tætt við. Tískil havi eg sum nevndarforkvinna valt at raðfesta hetta fremst, og tað hevur eydnast mær at fáa hetta samtykt í tí fyrstu fíggjarætlanini, sum eg havi verið við til at mynda sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð, sigur Sylvia Thomsen. 

- Ætlanin er at dagføra el-talvuna sambært galdandi krøvum umframt at flyta stikkið, skipini skulu binda í, oman um kajkantin, so eingin kaðal liggur eftir kajini og darvar trukkum og øðrum arbeiði við kajkantin.

Bátadráttur á Borðoyarvík 
- Síðani eg varð vald inn í býráðið og fekk forkvinnusessin í Havna- og Vinnunevndini, hava fleiri bátaeigarar hava vent sær til mín við ynski um ein bátadrátt.

- Eg kann ikki vera annað enn samd við øllum teimum í, at tað er undarligt, at føroya fremsti fiskivinnubýur ikki hevur ein bátadrátt til smærri bátar, sum tí noyðast til Leirvíkar til ymiskt viðlíkahald. - Hetta hevur tí eisini fingið pláss í mínum raðfestingum á havnaøkinum, sigur Sylvia, sum hevur sett eina hálva millón av til hetta í fyrsta umfari.

Fleiri inntøkur til Klaksvíkar havn 
- Norðuri á Grótrætt er ætlanin at spunsla ímillum pier’arnar og at byggja kaj ímillum hesar. Ein av orsøkunum til hetta er, at orkufelagið MAGN fer at víðka um oljugoymslu teirra á staðnum. Mett verður, at hetta fer at økja munandi um inntøkurnar hjá Klaksvíkar havn.

- Ein sera spennandi og mennandi verkætlan fyri Klaksvíkar havn og lokalsamfelag okkara, ið vit sum býráð gera okkara besta at stuðla undir og skapa karmar fyri.

- Á henda hátt fara vit miðvíst til verka at skapa bestu fortreytir á Klaksvíkar Havn fyri betri umstøðum og tænastum til kundarnar, samstundis sum vit hava sett okkum hægri langtíðarmál um vøkstur og menning av okkara virksemi, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini og býráðslimur, umboðandi Sjálvstýrið. 

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

27/11/2025

Comments

 
Picture
LÝSING: Snotiligt handilshøli í hjartanum í Klaksvík, við tilhoyrandi goymsluhøli í undirhæddini, er tøkt at leiga. Saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U og Skálki kanst tú gerast partur av fjølbroytta handilslívinum í miðbýnum í Klaksvík.

Fyrsta byggingin í miðbýnum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, umframt handils- og matstovuvirksemi á veghædd og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er uttanumøkið kring Biskupstorgið. Í vetrarhálvuni er uttanumøkið karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar.
Byggingin og menningin av miðbýnum fer í næstum at fevna um fleiri spennandi bygningar og forkunnugt hotel.  

Hølisviðurskifti
Leigumálið er 73,4 m2. Harumframt eru 11,33 av goymsluhøli í undirhæddini. Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 10.436,14 kr. um mðr. v/mvg, tó uttan gjald fyri ljós og hita. Hølið er á veghæddini, mitt í bygninginum millum Skálk og Fríðu.

Virksemi
Umsøkjarin, ið fær hølini í boði, fær høli í hjartanum av miðbýnum, og fær somuleiðis ágóðan av fjølbroytta vinnuvirkseminum, sum longu er í økinum. Saman við núverandi handils- og matstovuvirksemi verður góður møguleiki fyri at gerast partur av miðbýarmenningini í Klaksvík.

Støðutakan
Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá eini heildarmeting, sum tekur støði í endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, John Syderbø, vinnu og mentanarstjóra, ella sendast til [email protected]. Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 31. januar kl. 12.00.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Útboð: KT-hýsingartænasta

26/11/2025

Comments

 
Picture
Kommunan ynskir at fáa gjøgnumskygni á KT-hýsingartænastuøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað. Umframt hetta at gera umsitingina meiri ómakaleysa. Tí verður við hesum biðið um tilboð frá KT-veitarum upp á hesa tænastur.

Fíggjarnevnd Klaksvíkar Býráðs hevur samtykt at bjóða út KT-hýsingartænastu v.m.

Tænastan skal vera hýst í Føroyum, og verður útboðið bert sent til KT-veitararnar, ið eru á føroyska marknaðinum.

Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til [email protected] við yvirskriftini Spurningar – KT-hýsingartænasta.

Freist at lata inn tilboð er 07. jan. 2026 kl. 12.00.

Tilboð frá veitarum, við møguligum tilhoyrandi skjølum, skulu latast inn umvegis teldupostin [email protected] við yvirskriftini Tilboð – KT-hýsingartænasta.

Klaksvíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini eins og ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum. Kommunan tilskilar sær harumframt rætt til at ógilda verandi útboð og lata upp fyri nýggjum, endurskoðaðum útboði.

Umboð fyri KT-deildina og fíggjardeildina hava atgongd til tilboðini og luttaka í viðgerðini og metingini av innkomnu tilboðunum og eftirfylgjandi orðing av tilmæli til fíggjarnevndina.

Tá avgerðin um veitara er tikin, verður skrivliga boðað frá hesum til allar veitarar, skjótast til ber eftir fíggjarnevndarfund í januar 2026.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

NÚ ER TÍÐIN AFTUR KOMIN AT SØKJA UM LOYVI AT SELJA FÝRVERK

20/11/2025

Comments

 
Picture
Seinasta freist at søkja um loyvi er 3. desember 2025.
Umsóknarblað og vegleiðing fæst her
https://politi.fo/loyvir/fyrverk?

Det er igen tid til at søge om tilladelse til at sælge fyrværkeri. Sidste frist for at ansøge er 3. december 2025.
Ansøgningsskema og vejledning finder du her
https://politi.fo/loyvir/fyrverk
//
It is once again time to apply for a permit to sell fireworks. The deadline for submitting applications is 3 December 2025.
The application form and guidelines are available here
https://politi.fo/loyvir/fyrverk

​
Føroya Politi

Comments

Uppskot um broytingar í sjófeingislógini sent í almenna hoyring

20/11/2025

Comments

 
Picture
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent eitt uppskot til broytingar í sjófeingislógini til hoyringar. Uppskotið liggur her á síðuni undir “Uppskot til ummælis”.

Endamálið við broytingunum er at tillaga og umorða verandi ásetingar, so tær eru gjøgnumskygdari og greiðari at fyrisita, umframt at leggja upp fyri skyldum í millumtjóða samstarvi og avtalum.

“Við hesum broytingum tryggja vit m.a. eitt greiðari heimildargrundarlag og eina smidligari fyrisiting á fleiri økjum, umframt at vit halda altjóða skyldur. Fleiri av broytingunum fara at lætta um hjá vinnuni, bæði umsitingarliga og at leggja fiskiskapin til rættis,” sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Uppskotið fevnir um hesar høvuðsbroytingar:


Frágreiðing fyri Løgtingið annaðhvørt ár
Galdandi lóg ásetir, at frágreiðing um fyrisitingina av sjófeingi verður løgd fyri Løgtingið á hvørjum ári. Broytingarnar frá ári til ár eru tó avmarkaðar, og ætlanin er tí frameftir at leggja frágreiðingina fyri Løgtingið annaðhvørt ár.

Heimild at skipa fiskiskapin og at lýsa kvotunøgdir við fráboðan

Heimildin at skipa fiskiskapin verður einfaldari og greiðari.

Sambært § 22, stk. 1 er heimild at skipa fiskiskapin fyri føroyskan sjógv, og sambært § 22, stk. 2 er heimild at skipa fiskiskapin á Føroyabanka. Frameftir verður ein heimild at skipa fiskiskapin í føroyskum sjógvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.

Harafturat er ætlanin frameftir at lýsa ásettar kvotunøgdir og býtið av hesum við eini fráboðan í staðin fyri við kunngerð. Talan er bert um sjálvar nøgdirnar. Hetta skal gera fyrisitingina smidligari og tryggjar skjótari tillaging til broyttar støður. Samstundis verður útlutanin meira gjøgnumskygd.

Heimildin at banna virksemi hjá útlendskum skipum í føroyskum sjógvi verður víðkað

Verandi heimild í § 26 er ikki nøktandi til at forða fyri, at skip, sum fiska í ósamsvari við altjóða semjur, fáast við fiskiveiðivirksemi í føroyskum sjógvi ella havnum.

Við uppskotinum verður heimild at sýta útlendskum skipum at umskipa o.a. í føroyskum sjógvi og havnum, um fiskiskapurin ikki er í samsvari við altjóða samtyktir, sum Føroyar hava tikið undir við. Ásetingin verður víðkað til eisini at fevna um eitt nú bunkring og líknandi tænastur, sum stuðla undir tílíkum fiskiskapi.

Avhending av felagsrættindum
Eftir verandi lóg ber bert til at flyta ella avhenda egnar kvotur og egnar fiskidagar millum skip. Nú verður eisini heimild fyri, eitt fiskiár í senn, at avhenda øðrum fiskifari rættindi at fiska av felags árskvotu ella felags fiskidøgum, sum Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv. Hetta gevur rúmari møguleikar at skipa fiskiskapin og stuðlar undir gagnnýtslu av tøkum fiskimøguleikum.

Víðkaðar eftirlitsheimildir

Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg hava undirskrivað avtalu um eftirlit við fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski, sum áleggur nýggj krøv til eftirlit, viging, fráboðanir og útgerð. Endamálið við avtaluni er at harmonisera teknisku treytirnar og mannagongdirnar í eftirlitinum í londunum. Fyri at kunna seta nýggju ásetingarnar í verk, er tørvur á at tillaga heimildirnar í lógini.

Útblakingarbannið nágreinað
Lógarásetingin um útblakingarbann verður við uppskotinum nágreinað, so hon fevnir um allar veiðihættir, sum eru undir virkisøkinum hjá lógini. Landsstýrisfólkið kann eins og eftir galdandi lóg geva undantak frá banninum.

Bráðfeingis undantak frá landingarkravi við fráboðan ístaðin fyri við kunngerð

Á hvørjum ári hevur verið neyðugt at geva undantak í kunngerð frá kravinum um at landa og avreiða uppsjóvarfisk í Føroyum, tí móttøkuorkan er avmarkað, serliga í svartkjaftatíðini. Við uppskotinum verður heimild í ávísum førum at lýsa bráðfeingis undantøk frá landingarkravinum við fráboðan ístaðin fyri við kunngerð. Hetta fer at gera umsitingina smidligari, og at skip sleppa undan at bíða ov leingi eftir landingartørni og ístaðin fara uttanlands, tá fløskuhálsar eru í Føroyum.

Talgilt samskifti og rindan
Heimild verður at avgreiða loyvir o.a. talgilt og harumframt at rinda talgilt fyri avgreiðslur.

Freistin at senda inn viðmerkingar til lógaruppskotið er 4. januar 2026.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Fráboðan um at broyta skipanina hjá bólki 5 í fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka

14/11/2025

Comments

 
Picture
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum hjá útróðrarbátum í bólki 5, soleiðis at hámarkið fyri fiskidagar hjá hvørjum báti verður tikið burtur.  

Bátarnir í bólki 5, sum hava loyvi at fiska á Bankanum í 2025, hava samanlagt 90 fiskidagar. Eitt hámark upp á fýra dagar er tó sett fyri hvønn bátin.

Eftir kunngerðini fyri Føroyabanka í 2025 kann landsstýrismaðurin við almennari fráboðan tó broyta ella taka burtur hámarkið, um líkindi eru fyri, at teir 90 fiskidagarnir ikki verða brúktir.

Tølini vísa, at higartil eru brúktir 38 av teimum 90 fiskidøgunum. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at líkindi eru fyri, at allir fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 fara at verða brúktir.

Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti. Hetta ber í sær, at bátar í bólki 5, sum hava fiskiloyvi á Føroyabanka í 2025, kunnu halda fram, hóast teir hava brúkt hámarkið upp á fýra fiskidagar.

Broytingin fær gildi leygardagin 15. november 2025.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Ókeypis svimjing í Bylgjuni

12/11/2025

Comments

 
Picture
Í samband við at Bryggjan í Runavík lat upp í dag, handaðu vit Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, eina gávu, ið, vit vóna, kemur nógvum familjum til góðar 🎁 Tá nýggja svimjihøllin í Runavík, Bylgjan, letur upp, bjóðar Bónus ókeypis svimjing til øll børn í aldrinum 0-15 ár í eitt heilt ár 🏊💦

Bónus


Comments

KAROLINA ER ÁRSINS TIPPARI 2025!

6/11/2025

Comments

 
Picture
🎊⚽️ KAROLINA ER ÁRSINS TIPPARI 2025! ⚽️🎊

Vit á Føroya Tele eru sera errin av at kunngera, at Karolina Jacobsen hevur vunnið kappingina á sona appini sum ársins tippari 2025! 🥳👏

Karolina hevur verið í toppform alla kappingina, men hevur fingið harða kapping frá øðrum dugnaligum tipparum. Hon endaði tó kappingina á toppinum við 98 stigum, sum er eitt megnar úrslit! 💪🔥

Hon vinnur eitt gávubræv frá Atlantic Airways virði 15.000 kr. ✈️🇫🇴

Vit eru sera fegin um góðu undurtøkuna aftur í ár og vóna at síggja tykkum mongu tipparar aftur næsta kappingarár. ⚽️🔥

Vit ynskja Karolinu hjartaliga tillukku við sigrinum. 😄🏆

Føroya Tele

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.