NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjur stjóri á Faroe Ship

22/9/2025

Comments

 
Picture
Vit eru fegin um at kunna boða frá, at Steinar H. Eirikstoft er settur sum stjóri á Faroe Ship. Steinar er í løtuni forstjóri á Sjúkrahúsverkinum, eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum. Steinar hevur yvir 14 ára royndir frá bæði tekniskt og skipanarliga krevjandi leiðslustørvum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. december.

Steinar H. Eirikstoft:
Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til framhaldandi vøkstur hjá fyritøkuni og til at stuðla okkara kundum og samstarvsfeløgum við álítandi og nýskapandi loysnum, bæði her í Føroyum og altjóða. 

Steinar hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla. 

Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip:

Vit fegnast um at kunna bjóða Steinari vælkomnan sum nýggjan stjóra á Faroe Ship. Hansara leiðsluroyndir fara at koma okkum væl til góðar, meðan vit áhaldandi styrkja okkara virksemi og veita framúr tænastu til okkara kundar í Føroyum. 

Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, frystigoymslur, terminalrakstur og nýggja nútímans høvuðssætið. Vit ynskja Steinari góða eydnu í nýggja leiklutinum, og bjóða hann vælkomnan á Faroe Ship.

Vit vilja eisini takka Boga P. Nielsen fyri hansara íkast og stóra arbeiði fyri Faroe Ship í undanfarnu árum og ynskja honum góða eydnu í nýggja starvinum. Sum kunngjørt í august, fer Bogi at taka við sum stjóri fyri Pelagos, ein álitandi kundi hjá Faroe Ship.

Faroe Ship

Comments

Sigrun Eliasen fer úr starvi vegna aldur.

20/9/2025

Comments

 
Picture
Eftir góð 18 ár í starvi hjá Fonn Flog, takkar Sigrun fyri seg. Sigrun byrjaði í starvi hjá Fonn Flog í 2007. 

Sigrun hevur arbeitt innan sølu av flogferðaseðlum til bæði vinnu- og privat kundar. 

Sigrun hevur verið ein týdningarmikil persónur fyri Fonn Flog. Hon hevur verið sera arbeiðssom og áltítandi. 

Tað er við sorgblídni, at vit takka Sigrun fyri drúgva tænastu, og ynskja henni alt tað besta framyvir. 

Nakrar myndir frá hugnaløtu á deildini hjá Fonn Flog í Klaksvík fyrr í dag. 💐

Fonn Flog

Comments

Dagføring: Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

16/9/2025

Comments

 
Picture
Móttøka av mold og eyri verður avskipað á Fløtum til og við 19. sep. 2025

Vegna umskipan av mold- og eyrgoymsluni á Bumsharmi verður øll móttøka av mold og eyri avskipað uppi á Fløtum, Klaksvík frá 10. sep. til og við 19. sep. 2025.

Avgrevsturin skal skiljast, so at mold, eyrur og grót verður lagt hvør sær, og alt tilfarið skal leggjast út í samráð við arbeiðsfólkið á staðnum.

Koyrt verður niðan til tyrlupallin har ein fyribilsvegur leiðir ferðsluna niðan á uppdyrkingarvegin á Fløtum.

Urtagarðsleivdir so sum greinar og trø kunnu tó burturbeindast á Bumshamri.

Eru spurningar ella ivamál vinaliga seti tykkum í samband við Grótbrotið á tlf. 228280 ella Miðlan tlf. 410000.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Miðlastuðulslóg til hoyringar

10/9/2025

Comments

 
Picture
Almanna- og mentamálaráðið sendir við hesum ”Uppskot til nýggja miðlastuðulslóg” til hoyringar.

Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta. Samgongan hevur styrkt Kringvarpið fíggjarliga, og samgongan ynskir, at játtanin til miðlastuðul hækkar munandi. 

Í uppskotinum til nýggja miðlastuðulslóg verður farið verður frá, at 30% av árligu játtanini til miðlastuðul fara til vanligan rakstur, men heldur at 60% av játtanini fara til skjalprógvaðar útreiðslur til beinleiðis journalistiska framleiðslu hjá viðkomandi tíðindamiðli ella miðlasamtaki. Á tann hátt verður journalistiska framleiðslan avgerandi fyri rakstarstuðulin. Eisini verður skotið upp, at farið verður frá verkætlanarstuðlinum til ein íverksetarastuðul til at seta á stovn ein nýggjan tíðindamiðil í senn, so tað ikki gerst ov smábýtt. Tíðindamiðilin skal miðla sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar. Tilsøgn um íverksetarastuðul skal kunna latast yvir fimm ár

Møguligar viðmerkingar skulu vera Almanna- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. okt. 2025 kl. 12.00, á teldupostadressu [email protected]

Almanna- og Mentamálaráðið

Comments

KBI nýggjar eigarar

6/9/2025

Comments

 
Picture
Í dag hava Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg keypt 70% av KBI

Fyri knøppum trimum árum síðani misti KBI stjóran og stovnaran, Karl Birgir Isaksen, ið átti 70% av felagnum. Hann var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur.

Døtur Karl Birgir, Rannvá, Karla & Tóra, eiga framhaldandi 30% av KBI.

Eigararnir síggja fram til eitt gott samstarv.

KBI

Comments

Leiðaraskiftið á KBI, Rói givin sum stjóri

5/9/2025

Comments

 
Picture
Hetta skriva teir báðir Rói og Suni Clementsen á Facebook. Vit ynskja teimum góða eydnu við teirra nýggja virksemi.

Um mánaðarskifti var seinasti arbeiðsdagur hjá mær og Súna í KBI, har eg havi siti sum stjóri seinastu trý árini.
Tað er eitt tungt farvæl við eina fyritøku, sum vit báðir hava eitt øgiliga stórt hjarta fyri 💙

Hóast vit fara víðari, so kemur lærdómurin Karl Birgir gav at fylgja okkum á leiðini🍀

Vit ynskja nýggju eigarunum av KBI bestu eydnu framyvir.
⸻

🚀 Tað eru spennandi tíðir fyri framman. Eg og bróður mín Súni hava sett á stovn Sp/f Noro, har vit við okkara vinnuligu vitan og nærlagni koma at veita vinnuni vøru – júst sum tit eru von við.

Akkurát hvørjar vørur vit koma at bjóða, fara vit at kunngerða í næstum.

Men tit kunnu longu nú senda okkum fyrispurningar á:
Súni
500 901
[email protected]

​Rói
500 902
[email protected]
⸻
Vit gleða okkum at framhaldandi arbeiða tætt saman við føroysku vinnuni 💪🏻🇫🇴

Rói Clementsen og Súni Chlementsen

Comments

Kommunustjóri til Klaksvíkar kommunu

4/9/2025

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum kommunustjóra, sum er persónliga og fakliga egnað/ur til framsøkið at menna kommununa saman við býráðnum 

Starvið
Klaksvíkar kommuna er í føroyskum høpi ein stór kommuna við professionellari umsiting. Kommunustjórin varar saman við borgarstjóranum av fyrisitingarligu, fíggjarligu og fakligu menningini og stýringini av kommununi, og skal stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi.

Kommunustjórin skal megna at skapa sær góða javnvág ímillum leiðandi, fyrisitandi og tænandi uppgávurnar í starvinum. Hetta krevur, at komunustjórin hevur samskapandi huglag og góð samstarvsevni, myndugleika og yvirskot til at lurta, kveikja og geva ráð, og at taka eina hond í har tørvur er á tí.

Politiskt tev og virðing fyri demokratisku spælireglunum í eini politiskt stýrdari fyrisiting eru eitt krav, eins og kommunustýrið væntar, at kommunustjórin avklárar leiðslurúmið og leiklut sín sum ráðgevi og sparringspartur hjá borgarstjóra og býráði og soleiðis fær í lag eitt gott samstarv við sínámillum virðing fyri leiklutum og ábyrgdarbýti.

Førleikakrøv
Kommunustýrið leitar eftir einum kommunustjóra við rætta persónliga og fakliga hugburðinum til starvið, og viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og viðkomandi royndum. Harumframt skal kommunustjórin hava kunnleika til og royndir við leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, og góð evni at samskifta og málbera seg

Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum eginleikum og hugburði til starvið, og leiðsluligum og fakligum førleikum.

Kunna teg meira um starvið sum Kommunustjóri hjá Klaksvíkar kommunu
Starvs- og persónsprofilur til starvið sum kommunustjóri

Samband og umsókn
Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið og førleikarnar, vit ynskja okkum, eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu: www.klaksvik.fo, har fleiri upplýsingar um kommununa eisini eru.

Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til Karl H. Johansen, borgarstjóra á tlf 286337 ella á tp: [email protected] 


Umsóknarfreistin er mánadagin 29. septembur. Starvsbyrjan er í 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu, og setanin verður avgreidd í oktober. 

Tú søkir starvið við at trýsta her: Søk starv

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Útróðarflotin kemur skjótt at liggja restina av árinum, tað má ikki henda!

4/9/2025

Comments

 
Picture
Her skrivar ein útróðarmaður um støðuna hjá teimum og hon er als ikki haldgóð, her lesarabræv á Facebook:

Støðan í løtuni sum eingin tosar um tí alt annað er meira vert eftir teirra tykki!

Í núverandi løtu hava vit umleið 13-14 dagar eftir í part!  Kjansurin fyri at vera tveittir í jólaferiu longu í oktober er stórur og alarmerandi!  

Eg kann væl góðtaka at vit skulla fylgja eini dagaskipan sum er ásett og fyrihalda meg til hana!  Men trupuleikin er, at um ein fer inná fmf.fo og síðan inn á telefon søluna og hyggur eftir hvussu nógvir bátar avreiða eina nøgd uppá 100-200 kg og heilt niður í 70 kg onkran dagin, so eigur ein klokka at ringja!! Hetta telur sum ein heilur dagur hjá okkum.  Tað merkir í stuttum at ein avreiðing telur sum ein heilur dagur í okkara felagsdøgum! 

Men so kemur tað sum er so heilt fantastiskt, tað er, at teir flestu sum selja sína nøgd hava ikki eingong siglingar loyvið, og í fleiri førum fult tíðar starv aðra staðni!!!  Ja tit lesa rætt! Hetta er ein sjúk skipan vit liva undir!

Vit fáau sum eru eftir kunna vera tveittir í jólaferiu tí nú er enduliga nakrir stertar at fáa og prísurin góður og harvið ein kjansur hjá øllum sum hava ein bát at fiska og landa eina nøgd uppá 75 kg sum hobby!!!!!

Eg skal líka viðmerkja, at eg havi einki ímótir hesum monnum sum fiska o.s.fr tað er hendan skipanin sum er fullstendiga sjúk!

Heilsan ein sera ónøgdur útróðramaður!!!!

Comments

Nýggj frímerki frá Posta í dag, 4. september 2025

4/9/2025

Comments

 
Picture
Útgávan, sum hevur heitið Fjálgandi hendur, varpar ljós á hendur í føroyskari mentan - sum ímynd upp á kærleika, umsorgan og dagligt arbeiði. Hendur, ið leiða børn, veita troyst, arbeiða og binda ættarlið saman. Hetta tætta sambandið millum børn og vaksin sæst tíðum aftur í verkunum hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir. Frímerkið heiðrar felagsskap og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.

Føroysk frímerki á framsýning í Japan
Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan. Føroyar eru vertur fyri Faroe Islands Days í norðurlendska skálanum 4. og 5. september og hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk. Frímerkið hjá Sigrun Gunnarsdóttir verður presenterað á framsýningini, umframt serstemplið, sum er framleitt júst til hetta høvið.

Hósdagin, 5. september hevur Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur. Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.

Sí annars skránna fyri Faroe Islands Days í Japan her.

Keyp frímerki á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið.
Á heimasíðu okkara ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

Posta

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.