NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Verkstova um skipaða nýtslu av sjóøkjum

26/2/2026

Comments

 
Picture
Føroyar hava formansskapin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2026. Í hesum sambandi skipar Tilfeingis- og vinnumálaráðið fyri verkstovu um skipaða nýtslu av sjóøkjum (marine spatial planning) í Norðurlandahúsinum mikudagin 11. mars 2026.

Áhugin at nýta sjóøkir til ymisk endamál er vaksandi – eitt nú til aling, fiskivinnu, grøna orkuframleiðslu og friðing av økjum. Samstundis er plássið avmarkað, og tørvur er á at samskipa ymisk áhugamál og tryggja, at virksemið fer fram á burðardyggan hátt og við hóskandi fyriliti fyri náttúru og umhvørvi.

Í fleiri norðurlondum verður arbeitt miðvíst við at skipa og leggja ætlanir fyri nýtslu av sjóøkinum. Hetta fyri at:

gagnnýta økini best møguligt,
minka um trýst og møguligar tvístøður,
samskipa ymisk sløg av virksemi.
Í Føroyum kenna vit longu til samspælið millum ymisk áhugamál á sjónum, eitt nú í sambandi við aling, fiskivinnu og royndir við sjóvarfalsorku. Spurningurin um, hvussu vit skipa framtíðar nýtsluna av sjóøkinum, verður tí alsamt meira viðkomandi.

Á verkstovuni 11. mars verður evnið sett í brennidepilin.

Kerstin Bly Joyce, senior granskingar ráðgevi á Nordregio, greiðir frá støðuni í Norðurlondum. Skipað nýtsla av norðurlendska sjóøkinum, har grøn orka og bláur matur liva lið um lið.
Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá støðuni á sjónum í Føroyum.
Martin Smit, senior ráðgevi á sjódeildini í náttúruumsitingardeildini í norska Veðurlags- og umhvørvismálaráðnum leggur fram um norsku umsitingarætlanina fyri nýtslu av sjóøkinum og um teirra royndir frá hesum arbeiði. (Framløgan er á talgildum palli)
Tine Due Hansen frá Norðurlendska Ráðharraráðnum lýsir norðurlendskar verkætlanir á økinum.
Eftir framløgurnar fara luttakararnir at arbeiða í bólkum og skifta orð um, hvussu Norðurlendska Ráðharraráðið kann stuðla undir víðari menning av arbeiðinum við skipaðari nýtslu av sjóøkinum í Norðurlondum.

Verkstovan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum 11. mars kl. 08.30–12.00.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her ella umvegis QR-koduna niðanfyri.

Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 9. mars kl. 12.00.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

20/2/2026

Comments

 
Picture
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 27. mars 2026, og byrjar kl. 08.30 við kaffi og onkrum undir tonnina.

Kl. 09.05 fer Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, at seta framløgudagin.

Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026 klokkan 16:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments

Eirargarður 2: Skjót, trygg og bílig loysn á átrokandi tørvinum á lestrarbústøðum

20/2/2026

Comments

 
Picture
Tað er avgerandi, at leigan verður so lág sum gjørligt, og Bústaðir meta, at leigan verður 3.500 krónur um mánaðin fyri eitt stak-kamar á 17 fermetrar. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, um verkætlanina at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 til lestrarbústaðir.  

Tørvurin á lestrarbústøðum í Føroyum er sera stórur – og tørvur er á at finna eina brúkiliga og skjóta loysn. Við at umvæla Eirargarð 2 til lestrarbústaðir fæst ein loysn, sum bæði er skjót, fíggjarliga skynsom og haldfør.

Ætlanin er at gera 35 stak-kømur og 10 dupult-kømur.

- Við at seta Eirargarð 2 í stand, kunnu vit útvega lestrarbústaðir skjótari og bíligari enn við nýbygging, leggur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum aftrat.

Ætlanin er at gera so fáar umvælingar sum gjørligt – tó nóg mikið til, at bygningurin verður tryggur og hóskandi hjá lesandi at búgva í. Soleiðis verður byggikostnaðurin hildin niðri. Hetta tryggjar eina so lága húsaleigu sum gjørligt.

Tað er sera kostnaðarmikið at byggja nýtt. Ein nýggj verkætlan hevði kravt bæði nýtt grundøki og nógv størri íløgu, og tað hevði merkt hægri leigu fyri tey lesandi. Við Eirargarði 2 fáa vit bústaðir skjótari og fyri ein kostnað, sum lesandi kunnu bera.

Bygdur til endamálið – klárur at tæna lesandi aftur
Eirargarður 2 varð upprunaliga bygdur til sjúkrarøktarfrøðilesandi at búgva í. Grundleggjandi er bygningurin í góðum standi, og kann við avmarkaðum umvælingum gerast hóskandi til lesandi at flyta inn í skjótast gjørligt.

Umhvørvisliga er tað eisini ein fyrimunur at umvæla, fram um at byggja nýtt. At gagnnýta ein verandi bygning minkar tilfeingisnýtslu og CO₂-útlát og tryggjar, at ein bygningur við góðari staðseting í Tórshavn framhaldandi verður brúktur.

Verður bygt nýtt tekur tað fleiri ár, áðrenn lestrarbústaðirnir kunnu standa klárir. Grundøki hanga ikki á trøunum – og slett ikki við líknandi staðseting, sum Eirargarður hevur, tætt við lestrarumhvørvið og býarlívið.

Politisk semja og framdrift
Í september var breið semja í Løgtinginum um at lata Bústaðir ræðið á bygninginum í óavmarkaða tíð, soleiðis at verkætlanin kann fremjast skjótt og trygt.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, og eingi mótmæli komu inn, tá uppskotið varð til ummælis. Málið liggur nú til góðkenningar hjá avvarðandi myndugleikum, og farið verður í gongd, so skjótt øll loyvi eru fingin upp á pláss.

Verkætlanin er mest sum klár at fara í alment útboð. Mett verður, at arbeiðið tekur umleið 12 mánaðir, tá farið er undir arbeiðið.

Hetta er ein góð loysn – fyri tey lesandi, fyri bústaðarmarknaðin og fyri samfelagið sum heild.

Almanna- og heilsumálaráðið

Comments

Ídni til sølu

13/2/2026

Comments

 
Picture
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 29. jan. 2026 at seta bygningin “Ídni” á Faktorsvegi 13 í Klaksvík til sølu. Talan er um bygning á leigulendi.

Endamálið við søluni er at finna bestu virkisæltanina fyri bygningin Ídni í Klaksvík.
Sølan er treytað av, at boðgevari lýsir og fremur best skikkaðu virkisæltan fyri komandi virksemi í Ídni.

Klaksvíkar kommuna setur sum treyt, at bygningurin kemur at hýsa virksemi, sum á ein ella annan hátt kemur borgarunum í Klaksvíkar kommunu til gagns.

Nýtslan skal stuðla undir virðisøking av økinum runt um Klaksvíksgarðin og havnalagið og verða við til at skapa virksemi, sum gagnar bæði borgarum og vinnulívinum.

Prísuppskot  á 500.000 kr.

Virkisætlanin skal innihalda:


Visjón og endamál
Nýtsluætlan
Fíggjarætlan
Tíðarætlan
Myndir, skitsur ella grafisk framseting

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Klaksvíkar kommuna við hesum Ídni í Klaksvík til sølu.

Tað stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.

Kommunan hevur møguleika at taka av lægri boði enn hæsta boð, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum, víst verður til grein 6, stk. 2 í áður nevndu kunngerð.

Seinasta freist at lata boð er 16. mars 2026 kl. 12.00.

Sýn og fyrispurningar:
Setið tykkum í samband við kommununa við at skriva til [email protected], viðmerk: 24/00581 – Ídni.

Klaksvíkar Kommuna

Sí skjøl:

Útboð - Ídni
Fylgiskjal 1
Fylgiskjal 2
Fylgiskjal 3
Fylgiskjal 4

Comments

TVÍKILJAN SLÆTTANES SJÓSETT OG AVHENDAÐ EFTIR YVIRHÁLING

12/2/2026

Comments

 
Picture
TVÍKILJAN SLÆTTANES SJÓSETT OG AVHENDAÐ EFTIR YVIRHÁLING 🔧

Tvíkiljan hjá alifyritøkuni Hiddenfjord, hevur verið i dokkhøllini hjá KJ í Klaksvík í nakrar vikur, til nýggj FMA krøv, viðlíkahald og eftirlitsarbeiði. Tvíkiljan, sum er nýbygningur nummar 17 hjá KJ, er bygd í 2017 og er 13 metrar long og 6 metrar breið. 💪🏼

Slættanes verður m.a. brúkt á aliøkinum út fyri Sandavág og Miðvág. Heimstaðurin er skrásettur til at vera í Sandavági.

Tvíkiljan er yvirhálað og sær út sum fyrsta dagin. Viðlíkahaldsarbeiði og uppstigan er framt á ymiska útgerð, so sum lensiskipan og trygdarskipan. Tann, eftir øllum at døma, mest eyðsýnda broytingin er, at tvíkiljan er málað av nýggjum í eyðkenda grøna litinum hjá Hiddenfjord. Tvíkiljan varð sjósett aftur týsdagin 10. februar, og í morgun 12. februar fór hon í góðveðrinum vestureftir aftur. 

KJ Klaksvík

Comments

Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula

12/2/2026

Comments

 
Picture
Í november í 2025 varð biðið um tilboð frá KT-veitarum, sum kundu tryggja gjøgnumskygni á KT-hýsingartænastuøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað. Umframt hetta, ynskti Klaksvíkar kommuna eisini, at umsitingin av hesum skuldi vera skynsom og ómakaleysa.

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð viðgjørdi fýra ymisk tilboð, og tók út frá einari heildarmeting av tilboðnum frá Formula.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Nýtt frímerki og hátíðarhald

2/2/2026

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv: 

Í dag gevur Posta eitt nýtt frímerki út í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá skótarørsluni í Føroyum.

Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Skótahøllini hjá SSB við Havnará í dag, 2. februar. Dyrnar lata upp kl. 14, og móttøkan byrjar kl. 16, har Sigurð L.  Lamhauge, fylkisstjóri, fer at siga nøkur orð, og Ingun N. Olsen frá Posta fer at greiða frá um frímerkið.

Skótarørslan í Føroyum 100 ár
Tað var í 1926 at fýra ungdómar í Havn settu Skótafylki Sigmunds Brestissonar á stovn. Longu tvey ár seinni, í 1928, byrjaðu gentuskótarnir hjá KFUK, meðan dreingjaskótarnir hjá KFUM byrjaðu virksemið í 1939. Frelsunarherurin hevur eisini havt skótavirksemi eitt tíðarskeið.

Skótarørslan er heimsins størsta barna- og ungdómsrørsla við áleið 60 milliónum skótum í fleiri enn 200 londum. Í Føroyum eru umleið 1.000 skótar. Tað var Robert Baden-Powell, sum byrjaði altjóða skótarørsluna, tá hann í 1907 skipaði fyri tí fyrstu skótaleguni fyri dreingir á oynni Brownsea Island. Her lærdu teir um náttúruna og m.a. at sova úti. Hetta varð byrjanin til skótarørsluna, ið skjótt breiddi seg kring heimin.

Skótarørslan byggir á felagsskap, ábyrgd, virðing, útilív og persónliga menning. At vera skóti gevur upplivingar, førleikar og minnir fyri lívið.

Málningin, sum frímerkið myndar, hevur Jón Magnus Joensen málað. 

Fáast til keyps
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

Posta

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.