NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fiskivinnuroyndir - Nýggj freist til smærri verkætlanir

30/1/2026

Comments

 
Picture
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Fiskivinnuroyndir vóru umskipaðar í fjør, og frameftir verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Í 2025 vóru tríggjar trý ára verkætlanir játtaðar til flaggskipaverkætlanir. Tað ger, at partur av játtanini í 2026 longu er settur av til flaggskipaverkætlanir. 

Flaggskipaverkætlanir
Til flaggskipaverkætlanir í 2026 eru settar av kr. 800.000. Í 2026 kann tí søkjast um í mesta lagi kr. 800.000, men næstu tvey árini er mest loyvda upphædd kr. 1 mió. um árið.

Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: 
•    Virðisøking
•    Burðardyggur fiskiskapur

Granskingarstovnar í Føroyum í dag eru: Búnaðarstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Firum, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið, Umhvørvisstovan, Sjókovin og Veðurstova Føroya.

Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini.

Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er fríggjadagin 27. februar 2026 kl. 12:00. Umsóknarblað, sí her.

Smærri verkætlanir - nýggj freist
Í 2026 eru  settar av 1,1 mió. kr. til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 300.000. Peningur verður bert játtaður til eitt ára verkætlanir. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her.

Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.

Nýggja freistin at søkja um stuðul til smærri verkætlanir er mánadagin 16. februar 2026 kl. 12:00.

Í viðgerðini av umsóknunum verður serligur dentur lagdur á, at:

•    Úrslitini eru almannagagnlig.
•    Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands.

Verkætlanir, bæði innan flaggskipa- og smáar verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. Umsóknarblað, sí her.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á [email protected] ella á telefon 22 22 58.

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2026.

Umsóknir skulu sendast talgilt til: [email protected]. 

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments

Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík

26/1/2026

Comments

 
Picture
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur luttikið á reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík í sambandi við at nýggj aula verður bygd.

Tað var Landsverk, sum er byggiharri, ið skipaði fyri reisigildinum, sum var hildið fyri handverkarum, ráðgevum og øllum øðrum, sum eru partur av arbeiðinum.

Reisigildið var ein góð løta at fegnast um, at arbeiðið gongur væl.  Í  síni talu nýtti landsstýrismaðurin høvið at ynskja øllum, sum arbeiða við verkætlanini, góða eydnu við víðari arbeiðinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt í heyst.

Røðan kann lesast her.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Comments

Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”

20/1/2026

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv:

Formula er nominerað til virðislønina “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”, sum verður latin á HPE Awards. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2025.

HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvs partnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligan virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligan rakstur.

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

                •               hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,
                •               hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,
                •               og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.

Formula – undangonguvirki á sínum øki

Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.

Ein fegin stjóri staðfestir at “Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.”

Formula

Comments

Smidligt skifti fyri viðskiftafólk og starvsfólk

16/1/2026

Comments

 
PictureMynd (frá vinstru): Ole Gantzhorn Pedersen - Country Manager, Posta Edvard S. Remberg - CEO, Posta Jan Dam Poulsen - Regional Senior Vice President, Transport & Logistics, Nordics, Blue Water Dennis Sigtenborg Bruun - Head of Business Development, North Atlantic, Blue Water Kenneth Skovbjerg Pedersen - Director, North Atlantic, Blue Water
Yvirtøkan styrkir virksemið hjá Blue Water í Norðuratlantshavi og tryggjar framhald fyri viðskiftafólk og starvsfólk.
 
Blue Water Shipping boðar í dag frá, at felagið yvirtekur fraktvirksemið hjá Posta í Føroyum og Danmark frá 1. februar 2026. Dentur verður lagdur á eitt smidligt skifti við óbroyttari tænastu til viðskiftafólk og samstarvi við Smyril Line.  
 
Við yvirtøkuni styrkir Blue Water sítt virksemi í Norðuratlantshavi og betrar um tænastuna til viðskiftafólk, sum hava tørv á samanhangandi flutningsloysnum millum Danmark, Føroyar og útheimin. Viðskiftafólk fáa atgongd til altjóða netverkið, talgildar loysnir og tænasturnar hjá Blue Water innan sjó- og flogfrakt, flutning á landi umframt goymsluloysnir.
 
Smidligt skifti fyri viðskiftafólk og starvsfólk

Allar verandi avtalur og tænastur halda fram óbroyttar aftan á 1. februar 2026, og starvsfólkini, sum eru fevnd av broytingini, halda fram hjá Blue Water. Dentur verður lagdur á, at tað fer fram so smidligt sum gjørligt.  
 
“Tað týdningarmesta hjá okkum er, at viðskiftafólk og starvsfólk fáa eitt trygt og gott skifti til okkum. Vit leggja dent á, at tænasta og avtalur halda óbroyttar fram. Vit gleða okkum til at bjóða nýggjum starvsfólkum vælkomnum hjá Blue Water,” sigur Jan Dam Poulsen, Regional Senior Vice President, Transport & Logistics, Nordics, Blue Water Shipping.
 
Edvard S. Remberg, stjóri í Posta, sigur:
“Vit eru glað fyri, at okkara fraktvirksemi heldur fram í royndum hondum hjá Blue Water. Vit síggja tað sum eina góða og smidliga loysn fyri viðskiftafólk og starvsfólk.”
 
Partur av langtíðarmenningarætlanini

Fraktvirksemið er partur av langtíðarmenningarætlanini hjá Blue Water í Norðuratlantshøvum:  ”Vit styrkja grundarlagið fyri at kunna veita viðskiftafólkum góðar flutningstænastur millum Danmark og Føroyar við hjáveru á staðnum og altjóða sambandi, sigur Kenneth Skovbjerg Pedersen, Director, North Atlantic, Blue Water Shipping.
 
Kenneth Skovbjerg Pedersen hevur ábyrgdina fyri North Atlantic virksemið hjá Blue Water, herundir Føroyar, Grønland og Ísland.
 
Praktisk kunning til viðskiftafólk
• Ongin steðgur í tænastuni, sum heldur fram sum higartil.
• Samskifti: Blue Water setur seg í samband við kundar um sambandshættir, freistir og møguligar praktiskar broytingar.
• Rokningar og annað verður tillagað so hvørt, og viðskiftafólk fáa beinleiðis boð.

Um Blue Water 
Blue Water er ein altjóða veitari av flutnings- og logistikkloysnum. Felagið varð sett á stovn í Esbjerg í 1972 og hevur meira enn 2.500 starvsfólk og 80 skrivstovur kring heimin. 
 
Fyri starvsmøguleikar: Jan Dam Poulsen: 
[email protected] | +45 5336 5272

Miðlar kunnu venda sær til Jan Hjortlund Hansen: 
[email protected] | +45 7913 4002

Blue Water Shipping

Comments

Námsfrøðingur til Dr. Margrethu Barnagarð

15/1/2026

Comments

 
Picture
Søkt verður eftir barsilsavloysara fyri námsfrøðing, 30 tímar um vikuna, +10 eyka tímar, at byrja 01.03.2026, ella eftir nærri avtalu.

Eisini søkja vit eftir feriu og sjúkravikarum.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00. Starvið er í barnagarðsstovu við børnum í aldrinum 3 til 5/6 ár.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv, har barni er í fokus, har tú, saman við starvsfelagum og børnum, fart møguleikan at virka fyri einum innihaldsríkum, mennandi og góðan dag. Vit leggja stóran dent á, at tú ert nærverandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi. At tú sært tørvin hjá tí einstaka barninum, sær møguleikar fram um mørk.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlaøki, fótbóltsvøllin, rennibreytina, svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24.
 
Meira fæst at vita, við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29.01.2026, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post [email protected]

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í Føroyum

15/1/2026

Comments

 
Picture
Posta hevur tikið avgerð um at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin, og í staðin miðsavnar felagið seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.

”Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at tað er lætt at senda og móttaka pakkar, vøru og post í Føroyum. Okkara styrki er her, og sum føroyskt felag vilja vit byggja víðari á hetta grundarlagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta.

Fraktvirksemið millum Føroyar og útheimin hevur roynst væl gjøgnum árini. Men lønsemið svíkir: ”Tí hava vit eftirmett virksemið og framtíðarútlitini. Úrslitið er eitt skifti í kósini og vit gevast við sjó- og flogfraktini. Tað gevur okkum ein meira einfaldan og stabilan rakstur,” sigur stjórin.

Viðskiftafólkini fáa tó framvegis somu tænastuna sum áður, tí Pf. Blue Water Shipping yvirtekur økið. Dentur verður lagdur á, at bæði virksemið og tænastan halda óbroytt fram, og Posta koyrir framvegis vøruna til dyrnar. Tey flestu starvsfólkini frá Posta og dótturfelagnum í Danmark, Posta Logistics, fáa møguleikan at halda fram í starvi hjá Blue Water.

Posta fær við broytingini færri og meira miðvís virkisøkir í Føroyum. Tað ber í sær, at Posta ikki longur átekur sær sjálvan flutningin millum Føroyar og útheimin, men hugsavnar seg í staðin um at koyra út í Føroyum í samstarvi við og fyri tær fyritøkurnar, sum ynskja koyring: ”Vit leggja alla okkara orku í at menna pakkavirksemið og kervið í Føroyum, har vit gera størstan mun fyri kundarnar og samfelagið. Okkara kervi er serstakt. Vit síggja møguleikar í at gera tað lættari hjá føroyingum og hjá vinnuni at senda og móttaka, bæði pakkar í Føroyum og post úr útheiminum,” sigur stjórin og leggur afturat: ”Tað er eitt skifti í kósini, og tað er eisini ein nýggj byrjan fyri felagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta.

Posta

Comments

Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026

13/1/2026

Comments

 
Picture
Føroyar og Ísland hava í dag gjørt semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026. Avtalan byggir á sama leist sum avtalan fyri 2025.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Ísland fær 1.300 tons av makreli frá Føroyum. Londini hava framhaldandi atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Avtalan er í fyrsta umfari tíðaravmarkað fram til 1. august 2026. Hetta kemst av, at Ísland eftir ársskiftið setti fram ynski um, at samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna fyri 2027 verða settar í gongd skjótast gjørligt. Møgulig leingjan verður umrødd yvir várið.

Hóast íslendska ynski um samráðingar fyri 2027 átti at verið borið fram í góðari tíð áðrenn ársskiftið, taka Føroyar undir við at byrja samráðingarnar um 2027 beinanvegin. Fyrsta samráðingarumfar verður síðst í januar, og Føroyar vera vertur.

Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, sigur: “Hóast Føroyar sjálvandi heldur høvdu gjørt eina semju uttan tíðaravmarking, fegnist eg um, at skipini kunnu fara til fiskiskap beinanvegin. Eg vænti og vóni, at londini fara til samráðingarnar um 2027 við greiðum sjónarmiðum og vilja at finna semjur, bæði fyri 2026 og fyri framtíðar samstarvið millum Føroyar og Ísland, sum hevur so stóran týdning fyri báðar partar”.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments

Sjúkraviðgerðarskeið kista A / B / C endurnýggjan, og C grund, byrja aftur mánadagin 12. januar á Sjónámi!

8/1/2026

Comments

 
Picture
Sjúkraviðgerðarskeið kista A / B / C endurnýggjan, og C grund, byrja aftur mánadagin 12. januar á Sjónámi!🩺 

- Pláss eru tøk, men skunda tær at melda til!👇
https://sjonam.atgongumerki.fo/.../event/3534733/order/info

ella hoyr nærri á 665888 ella [email protected]⚓️

(skrivstovan er opin mán-hós kl.09-15)

Sjónám

Comments

Carlsberggrunnurin játtað 1,5 mió. til elektronmikroskop

2/1/2026

Comments

 
Picture
Karin Habermehl Cwirzen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið dygga játtan frá Carlsberggrunninum til eitt elektronmikroskop, ið er tað fyrsta av sínum slagi til gransking í Føroyum. Játtanin er 1.540.800 kr. 

Eitt elektronmikroskop nýtir ein miðsavnaðan geisla av elektronum í staðin fyri ljós til at framleiða myndir í ovurhonds stórari stødd, sum ger tað møguligt at granska sera smáar mongdir av mineralum, lívfrøðiligum strukturum og elektroniskum staklutum. Tílík tól verða nógv brúkt aðrastaðni til gransking í verkfrøði, umhvørvi, náttúruvísindum og heilsuvísindum. 

Elektronmikroskopið skal brúkast í eini verkætlan, sum skal kanna, hvussu mekanokemisk viðgerð broytir yvirflatueginleikarnar hjá endurvunnum betongi og steinpulvuri. Endamálið er at fáa størri vitan um møguleikarnar at endurnýta tilfarið og førleikarnar hjá tí at upptaka og binda CO2. 

Nýggja elektronmikroskopið fer eisini at geva nýggjar møguleikar at gera greiningar á fleiri granskingarøkjum, m.a. innan jarðfrøði, elverkfrøði og heilsugransking. 

Karin Habermehl Cwirzen fegnast um hesa serligu játtanina. 

- Tað verður sera gott fyri granskingina, at vit nú kunnu arbeiða meira neyvt bæði á mínum øki og øðrum við. Hetta verður eitt hent amboð til at byggja upp førleikar í einum granskingardepli, sigur hon.

Farið verður nú at kanna, hvar nýggja tólið fyribils kann verður sett upp. Seinni er ætlanin, at tólið saman við aðrari útgerð skal vera á eini starvsstovu á nýggja kampus hjá Fróðskaparsetrinum. Tól av hesum slagi eru viðkvom og krevja góðar og tryggar fysiskar karmar, umframt serkunnleika at nýta tey.

Tørvur á størri íløgum í granskingarinfrakervi

Í Føroyum er eingin almenn árlig játtan til granskingarinfrakervi á sama hátt sum í øðrum londum. Í staðin mugu slíkar íløgur gerast av rakstrarjáttan hjá stovnunum, við serstakari játtan frá landinum eftir umsókn ella, sum í hesum førinum, við at søkja útlendskar grunnar um stuðul.

Fyri góðum 10 árum síðani varð granskarasetrið iNOVA sett á stovn, har ætlanin var, at granskarar á almennum stovnum og fyritøkum skuldu hava atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Lutfalsliga stórar íløgur vórðu gjørdar í tól og tøkni við parti av fænum hjá Vinnuframagrunninum.

Hóast góðar ætlanir og nógv gott arbeiði og samstarv hevur verið í iNOVA, so er ein eyðsæddur trupulleiki, at fígging ikki hevur verið til nøktandi arbeiðsorku at reka granskarasetrið, og eingin játtan hevur verið til at viðlíkahalda og endurnýggja tól og tøkni. Hetta hevur minkað um møguleikarnar at gagnnýta hentleikarnar og amboðini har.

Tørvur er á størri íløgum og tryggari kørmum fyri granskingarinfrakervi, sum gera tað møguligt at útvega og taka í nýtslu framkomin tól fyri at styrkja granskingarførleikan í Føroyum á fleiri økjum.  

Granniskarráðið

Comments

Búnaðarstevnan 2026 verður leygardagin 14. februar 2026 í mentanarhúsinum "Varpið" í Klaksvík.

1/1/2026

Comments

 
Picture
Higartil hava verið fyriskipaðar tíggju búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022, februar 2023, februar 2024 og februar 2025.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.

Her myndir frá Búnaðarstevnuni í 2025, klikk link her "Búnaðarstevnan 2025"

Búnaðarstevnan

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.