NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Í blaðnum hesa ferð ber til at lesa um 97 ára gamlan mann, sum herfyri hitti 78 ára gomlu dóttrina fyri fyrstu ferð

31/1/2025

Comments

 
Picture
Summar søgur eru næstan ov góðar til at vera sannar, og soleiðis kann tað kennast við grein í Dimmalætting, sum nú er komin út. Ein tilvildarlig DNA-kanning hevði við sær, at ein 78 ára gomlu kvinna úr Íslandi fann pápa sín í Føroyum. 97 ára gamli Osmund Joensen visti ikki, at hon var til, men herfyri hittust faðir og dóttir fyri fyrstu ferð. Í Dimmalætting ber til at lesa meira um hesa ótrúligu hending.

Í blaðnum svara 25 borgarstjórar spurningum um skattaprosent, barnafrádrátt og um umstøður hjá barnafamiljunum í kommununi. 
Í ískoytisblaðnum Vinna verður tosað við stjórar í nøkrum av stóru fyritøkunum um, hvussu árið í fjør hilnaðist, og hvussu útlitini fyri 2025 eru. 

Havnamaðurin Bogi Bech Jensen hevur týðandi leiðarastarv í Danmark, og hann heldur, at føroyingar skulu ikki smæðast við at bjóða seg fram uttanlands, tí føroyingar duga ikki minni enn onnur. 

Dimmalætting, sum er 56 síður til støddar, fæst nú til keyps kring landið. 

Dimmalætting

Comments

Fantastiska flott, Bára!

31/1/2025

Comments

 
Picture
Tað er altíð gleðiligt, tá vit kunnu hátíðarhalda okkurt. Og ikki at tosa um, tá vit kunnu hátíðarhalda okkurt fleiri ferðir! 

Fríggjadagin, 31. januar, var Leiðaradagurin hildin á Hotel Føroyum. Har skuldu ársins leiðarar innan bæði privatu og almennu vinnuna kjósast. Og sum nakað nýtt, so skuldi ársins leiðsluherðaklapp latast til ein leiðara á millumstigi. 

Herðaklappið bleiv latið til Báru Skaale Klakkstein, deildarleiðara á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi! Vit eru so glað hennara vegna og so stolt av henni og hennara hópi! 🥰

Dómsnevndin segði, at innstillingin var væl undirbygd og var frá øllum starvsfólkahópinum. Starvsfólkini søgdu, at sum leiðari evnar Bára at motivera síni starvsfólk og skapar eina góða arbeiðsmentan, har serliga trivnaður og faklig menning er í fokus. Arbeiðstoymið arbeiðir væl saman, og hevur tað sera gott saman sosialt, sum alt er við til at vit náa málsetningum. Rannsóknarstovan hevur verið fyri nógvum broytingum í seinastuni. Coronatíðin hevði við sær nógv økta arbeiðsbyrðu, men her stóð hon sterk og var sera dugnalig at tilrættisleggja arbeiðsgongdirnar. Beint eftir corona var ein stór umvæling í gongd á rannsóknarstovuni, har arbeiðsumstøðurnar als ikki vóru optimalar. Við Báru á odda, og við einum góðum toymi aftan fyri seg, megnaði hon sera væl at fáa okkum ígjøgnum hesa tíðina. Hóast nógvar broytingar seinastu árini, hevur Bára hildið arbeiðssmoralin uppi og trivnaðinum í hásæti. Soleiðis hevur Bára sýnt í verki áhugaða leiðslu við innliving og nærveru, har hon hevur skapt eina jaliga og fevnandi arbeiðsmentan, umframt at hugsa nýtt og menna rannsóknarstovuna og starvsfólkini har.  

Fantastiska flott, Bára!
Leygardagin var sjúkrahúsveitslan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hendan veitslan er annaðhvørt ár, og hesaferð lá hon dagin fyri føðingardagin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum er 2. februar. So leygarkvøldið fingu vit høvi til at heiðra Báru umaftur, saman við hennara hópi, og vit kundu samstundis halda okkara 127 ára føðingardag. Eitt ótrúliga gott kvøld, væl fyriskipað, góður matur og gott undirhald 🥳

Og sum ein flott sloyfa um hetta farna vikuskiftið, so hevur køkurin í dag boðið starvsfólkum og sjúklingum lagkøku, sum er fastur siður, tá sjúkrahúsið fyllir. Ein deiligur siður, einki slær eitt gott lagkøkustykki 🤩

Klaksvíkar Sjúkrahús

Picture
Comments

Dennis Holm, landsstýrismaður, á Arctic Frontiers

30/1/2025

Comments

 
Picture
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur hesa vikuna luttikið á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø.

Á ráðstevnuni luttók Dennis Holm í einum orðaskifti við heitinum “Ocean Multi-Use for Multi-Gain” saman við Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra í Norra, Kelsey Frazier úr Alaska, sum granskar í trygd í tí arktiska økinum, og Hilu Tagoona úr Kanada, sum er ráðgevi í Ocean North.

Hetta evnið er eisini sera viðkomandi í Føroyum, har áhugin fyri nýggjum virksemi á opnum havi kring oyggjarnar gerst alsamt størri, m.a. við aling, vindmyllulundum, sjóvarfalsorku og ferðavinnu á sjónum.

Hesin vaksandi áhugin fyri øktum virksemi á opnum havi, og á sjónum kring oyggjarnar, setur krøv til greiðari ætlanir fyri, hvussu nýggja virksemið kann skipast saman við útróðri og øðrum verandi virksemi og ikki minst, má hædd takast fyri bæði náttúru, umhvørvi og sjálvandi fólkinum, sum her býr.

Orðaskiftið vísti, at vit í arktiska økinum hava felags avbjóðingar og í stóran mun eisini felags hugsanir um, hvussu vit best røkka fram á mál, tá nærumhvørvið á sjónum kring oyggjarnar skal skipast, og vit samstundis taka hædd fyri hav og náttúru, umframt teimum ymsu áhugabólkunum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Picture
Comments

Útróðrarbátarnir komnir inn og fiskiskapurin hampuligur

27/1/2025

Comments

 
Picture
Útróðrarbátarnir komnir inn og fiskiskapurin hampuligur

Veðrið hevur verið gott í nátt og teir flestu av útróðrarbátarnir eru komnir inn og hava landa og bestir gjørdist Norðsøki sum fekk 9.350 pund, her landingarnar, sjá herundir:

​Myndir tiknir í dag tann 27.01.2025.

SáH

BJØRGVIN - ( KG 503 )KLAKSVÍK 27-01-2025   3.769
NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS  27-01-2025   4.675
BRAGD - ( KG 642 )KLAKSVÍK  27-01-2025   2.732
STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS  27-01-2025   2.900
BRANDUR - ( KG 557 )HVANNASUNDS HAVN  27-01-2025   4.305
FAGRAENNI - ( KG 398 )HVANNASUND 27-01-2025   3.300

Comments

Nýggj portugisisk-føroysk orðabók útgivin

26/1/2025

Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag varð skipað fyri tiltaki í Løkshøll í Runavík í sambandi við, at nýggj portugisisk-føroysk orðabók er útgivin.

Tað er brasilski toftamaðurin Fernando Troleis, sum í nøkur ár hevur arbeitt við orðabókini, hetta saman við Sprotanum. 

Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna luttøk á tiltakinum og bar hon í hesum sambandi fram røðu. Niðanfyri ber til at lesa røðuna: 

Góðan dag øll somul. 

Alt hevur sína tíð. Tað sigur prædikarin okkum í halgubók. Og í dag er sanniliga tíð at glaðast og at fegnast. Eitt stórt bragd er framt, og eg eri bæði errin og glað um bragdið, og at fáa høvi at bera eina heiðurskvøðu fram á hesi vøkru samkomu nú vit í felag heiðra útgávuni av føroyskt- portugisisku orðabókini. Vit heiðra ikki bert útgávuni av orðabókini, men eisini tað dirvi, áræði og virkisfýsni, sum skal til fyri at fremja slíkt stórverk. Hetta er heilt einastandandi.

Enn einaferð verður matematikkin mótprógvað. 1+1 er ikki =2. 

Hetjurnar Troleis og Mikkelsen eru = brúgvar millum mál og mentanir. Millum fólk, fólkasløg og heimspartar. Og heiminum tørvar meira enn nakrantíð, at vit á øllum mótum byggja brýr.

Bragdið er, at portugisiska málið og føroyska málið nú kunnu flytast í hvørt annað. Portugisiska heimsmálið, sum uml. 220 milliónir fólk hava sum móðurmál og væl omanfyri 230 milliónir hava sum annað ella triðja mál, verður nú flutt yvir í okkara mál sum væl undir 100.000 duga. Eitt heimsmál og eitt smámál kundi man sagt, men tað siga vit ikki, tí eitt mál er eitt mál. Øll hava sín týdning og sín tilverurætt. Øll mynda tey júst sítt fólk. Tað hevur onki við stødd at gera, men rørir við innasta samleika og innastu hjartarót í samfelagnum. Málið er hjartaslátturin í samfelagnum. Alt annað rennur úr tí.

Tað liggur mær eisini á hjarta at takka tykkum í Løkshøll. Tit eru ein sonn drívmegi í føroyska mentanarlívinum. Her eru regluliga mentanartiltøk av øllum handa slagi. Tað gevur ikki bert lokalsamfelagnum nógv, men øllum landinum. Ómetaliga stuttligt at síggja hvussu tað sprudlar og grør. Hevur mentanin tað gott, hevur fólkið tað sum oftast eisini gott. Drívið á í týdningarmikla arbeiðinum!

Søgan um Fernando Troleis er rørandi. Hon er viðkomandi og hon ber boð um  eitt serstakt menniskja. Eitt menniskja, sum lagar varðar ikki bara á smáum teinum, men millum lond og heimspartar. Tann førning og tað virði tú leggur eftir teg við orðabókini, Fernando, er ikki bert á heimligu stuttu leiðini, har gingið verður millum varðar. Tí man kann siga, at tað er lætt at ganga millum varðarnar, tá ið teir eru lagaðir; men at laga teir og seta út í kortið hvar teir skulu vera, er nakað annað. Tá skal annað áræði og arbeiðssemi til. Tað er at laga varðarnar, sum er avgerandi, tí sum Petur Jákup Sigvardsen sigur tað í “Um veturnætur”: fáur flytur førning millum varða. Men her verður stórur førningur fluttur og stórt virði skapt.

Tín lívsleið er serlig, Fernando. Tað er áhugavert at hoyra og lesa um teg. Um unga dreingin, sum kom til Føroya at arbeiða, og sum síðan fór heimaftur til Brasilia og bleiv lærari, og so aftur kom higar, og nú hevur staðið prógv í føroyskum, og saman við Sprotanum gevur orðabókina um bæði móðurmálini út. Fitta søgan um lívsleiðina skrivar nú søgu. Og vit eru mong, sum eru tær av hjarta takksom fyri at tú kastaði allan tín kærleika á okkara land og hevur gjørt so stóran mun í mál og mentanarheiminum. Í míni einføldu trúgv so havi eg tað soleiðis, at tað man kastar út fær man so ella so aftur. Tað kann ikki vera øðrvísi enn, at føroyingar kasta tær kærleikan aftur. Tað hevur tú stórliga uppiborið. Tú hevur við hesum avriki skrivað teg fastan í føroysku málsøguna og ikki minst í fólkasálina. Frá umgum næingi, sum onki orð dugdi á føroyskum, til orðabókarithøvund. Tað er ikki smávegis!

Hetta sigur okkum eisini hvussu týdningarmikið tað er hjá ungfólki at koma út í onnur lond. At ungdómar síggja heimin, uppliva onnur fólk og aðrar mentanir, knýta bond og vinabond og annað. Tað kann sáa fræ til nógv gott og virðismikið. Tað síggja vit her í dag.

Í sera áhugaverdari sending í Kvf segði tú Fernando nakað soleiðis, at orsøkin til, at tú lærdi teg føroyska málið var fyri at fáa eitt pláss við borðið, og fyri at kunna luttaka í samskiftinum, og at títt ynski var at blíva partur av føroyska samfelagnum. So stóran týdning hevur eitt mál. Tað er lykilin til samfelagið. Við ongum máli hevur man onga rødd. Man fær ikki luttikið. Man fær hvørki tikið ímóti ella givið. Og uttan ein sess við borðið kann man ikki gera vart við síni sjónarmið ella vera við at taka avgerðir. Man fær ikki luttikið í fólkaræðinum á jøvnum føti við onnur. Øll missa í hesi støðu. Tí allar røddir hava týdning, og allar røddir eru neyðugar skal inkluderandi heimurin mennast.

Fyri nøkrum árum síðan var eg í eini verkætlan um útjaðaramenning. Eg hugsi ofta um ta einu niðurstøðuna, sum var, at eitt tað størsta tilfeingið í útjaðaranum vóru tey sum fluttu til. Tey sóu við nýggjum eygum og høvdu aðrar hugsanir og aðra vitan um nógv viðurskifti, sum samfelagið tørvaði, skuldi alt ikki standa í stað. Tey tóku nýhugsan við sær saman við menniskjaliga tilfeinginum. Eg haldi tað er júst tað vit uppliva her í dag. Gott í teg, at tú komst til Føroyar og fekk skapt tær bond her, sum gjørdi at tú bleivst her. Tey bondini gera nú, at vit í Føroyum kunnu knýta bond við milliónir av heimsins menniskjum gjøgnum orðabókina. Og gott í tey, sum tóku so væl ímóti tær.

Fortreytin fyri allari samfelagsmenning er skúlaskapur, bókmentir og mál. Lærdómur, pennurin ella orðið er enn hvassasta svørið og besta hjálpin móti so at siga øllum hóttafalli. Tak bara Malalu, sum segði at “eitt barn, ein lærari, ein bók og ein pennur kunnu broyta allan heimin” Og tað eru bæði heimurin og smáu heimini, sum broytast við lærdómi.

Fyri at læra, mugu vit skilja hvønn annan. Tí er tað at hava atgongd til fleiri mál eitt stórt ríkidømi í sjálvum sær. Tað gevur atgongd til størri vitan og víðari heimsfatan. Ein víðari sjónarring. Og vitan hvessir vitið og økir tilvitið. Og tað hava vit brúk fyri. Ongantíð meira enn tað sama. Ikki minst er lærdómur eisini lykilin til góð lívskor.

Málið er grundarlagið undir samskiftinum og gjøgnum samskifti læra vit. Vónandi havi eg hug at siga, tí sjálvt tá ið vit málsliga skilja orðini, er ikki víst at vit skilja hvønn annan. Men tað er ein onnur søga. Hava vit ikki málið - orðini - so er útlitini í hvussu so er døpur. So er ongin grundvøllur at byggja á.

Humlubiin verður ofta tikin fram, sum eitt dømi um, at tað ómøguliga - at flúgva, letur seg gera og ongin veit hví. Søgan um Sprotan er nakað sum við humlubiini. Munurin er bara, at vit vita hví. Tað er Jonhard Mikkelsen. Við sínum frálíku evnum, arbeiðssemi og ídni fremur hann tað ógjørliga. Tokkin til móðurmálið rennur streymandi ígjøgnum eina røð av orðabókum, skaldsøgum og alskyns heimsbókmentum. Tað ógjørliga ber til.

Viljin er eitt sterkt svørð, tað vita vit. Í  fleiri áratíggju hevur tú Jonhard javnt og samt arbeitt og givið út meira enn nakar. Tú ert heiðraður í Føroyum og uttanlands fyri títt valaarbeiði, og tað ber í veruleikanum ikki til at fáa lítla orðið takk at rúma og lýsa hvønn týdning títt arbeiði hevur fyri føroyska málið og alla føroysku tjóðina. Tín vísdómur er og verður bæði okkum og ókomnum ættarliðum til stórt ríkidømi og signingar. Tað er sum við Malalu, eitt fólk kann broyta heimin.

Tað er eisini sum prædikarin sigur “at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum er sett niður hevur sína tíð. Vit mugu staðfesta, at væl hevur verið sátt og sett niður hjá tær tí eg standi her við kensluni av, at vit taka alla tíðina upp. Men so mikið havi eg fingist við urtagarð, at eg veit at onki rennur upp úr turrum. Her liggur eitt lívsverk aftanfyri og so ríkiliga tað.

Hvat skuldu vit gjørt uttan fólk sum teg!

Heimsins ymisku tungumál savna og skilja menniskju. Í bíbliuni lesa vit um upprunan til ymisku tungumálini. Menniskjuni vóru farin at byggja sær eitt torn – Bábilstornið - sum skuldi røkka til himmals, tá ið Guð gav teimum ymisk tungumál, so tey ikki longur skiltu hvønn annan, og síðan búsettust ymsa staðni á jørðini.

Taka vit støði í okkara egna málstríði, so er tað eisini áhugavert at fyrsta skaldsøgan, sum kom út á føroyskum hevði júst heiti “Bábilstornið”.

Málspurningurin hevur eisini onkuntíð skapt skilnað millum okkum, men tað er eisini ofta so at tað, sum skilir okkum í dag tað savnar okkum í morgin. Fólk tykjast nú hava skilt tørvin á at verja, styrkja og menna føroyska málið. Tilvitanin um, at tað móðurmál, sum okkum er givið gjøgnum ættarlið ikki longur kann takast fyri givið. Og orðabøkurnar eru ein týðandi liður í menningini av málinum eins og allar bókmentir, sum vera skrivaðar á føroyskum. Tí er hesin dagur so serstakur og verdur at heiðra. Ein veitsludagur vil eg siga. Og eisini “at dansa hevur sína tíð” sigur prædikarin.

Hjartaliga tillukku við orðabókini Fernado og hjartaliga vælkomin til borðið, har tú sjálvsagt eigur eitt pláss. Tín rødd er týdningarmikil og títt arbeiði hevur ómissandi virði. Og hjartaliga tillukku Sprotin. Enn einaferð er sjón fyri søgn, at hjá tykkum spríkir og grør tjóðini at frama. 

Takk fyri orðið og sum prædikarin eisini segði: “At tala hevur sína tíð og at tiga hevur sína tíð”.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Hildar Akursmørk gullur frá Betri Trygging

23/1/2025

Comments

 
Picture
Í gjár var próvhandan á Vinnuháskúlanum, og tá er fastur siður, at teir, sum fáa bestu próvtølini, verða heiðraðir fyri tað. Tað er somuleiðis fastur siður, at Betri Trygging letur eina av gávunum - og so var eisini í gjár.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, handaði tí Hildari Akursmørk, nýútbúnum skipsførara, eitt gullur. Eisini bar hon øllum próvtakarunum eina heilsan, har hon tók støði í pessimistinum, sum  gevur upp ov skjótt, optimistinum, sum tekur ov stóran váða, og realistinum, sum lagar arbeiðið eftir umstøðunum.  

Millum annað segði hon soleiðis: 

"Vit kenna øll typuna, sum bara grenjar. Sum ongantíð fær nakað at bera til. Sum strikar seglini, áðrenn tað er farið at lota. 
Og vit kenna eisini øll typuna, sum bara krossar fingrar, tekur kjansin og vónar tað besta. 

Hjá hesum báðum typunum kemur lítið burturúr. Tað eru fá, sum vilja hava hesar typurnar til arbeiðis – og tað eru fá, sum tíma at arbeiða undir teimum. 

Men fyri tey, sum duga at seta seglini eftir veðrinum, er øðrvísi vorðið. Tey fáa mest møguligt burturúr, og hóast kósin av og á má justerast eftir umstøðunum, so náa tey altíð málinum. Trygt og væl. 

Soleiðis er tað á havinum, eins væl og í lívinum."

So viss eg skal bera tykum eina heilsan at hava við tykum út í arbeiðslívið, so er tað hetta: verið ikki pessimistar, verið ikki optimistar – men verið realistar. So skal tað nokk gangast tykkum væl. 

Takk fyri – og hjartaliga til lukku við próvnum, allir samlir."

Betri Trygging

Comments

4 nýggir lærlingar byrjaðir í TTS  í dag

20/1/2025

Comments

 
Picture
4 nýggir lærlingar byrjaðir í TTS  í dag 💪😊

Í dag eru 4 nýggir lærlingar byrjaðir hjá okkum.

Tveir læra til maskinsmið og tveir læra til elektrikara.

Vit gleða okkum at fylgja teirra menning og síggja teir trívast í okkara dugnaliga toymi.

Vælkomnir í TTS-toymið. 💙

TTS

Comments

Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2025

8/1/2025

Comments

 
Picture
Í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2025 er ásett, at 6.500 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2025.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 31. januar 2025.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini.

Verður fiskað til matna og ídnað á sama túri/túrum, er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu, latin til matna, kann fara til ídnað.

Kunngerð nr. 140 frá 17. desember 2024 kann lesast her.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Lýsing eftir umsóknum til Fiskivinnuroyndir 2025

6/1/2025

Comments

 
Picture
Lýsing eftir umsóknum

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Frameftir verða fiskivinnuroyndir skipaðar í tvær ymiskar stuðulsskipanir:

Flaggskipaverkætlanir
3,3 milliónir krónur eru settar av til flaggskipaverkætlanir, har søkjast kann um upp til eina millión krónur um árið í trý ár. Flagsskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: 
•    Virðisøking
•    Alt til lands
•    Burðardyggur fiskiskapur
Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini. 
Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.

Smærri verkætlanir
1 millión krónur er sett av til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 500.000 um árið upp til trý ár. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her. 
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Freistin at søkja um smærri verkætlanir er mánadagin 27. januar 2025 kl. 12:00.

Í viðgerðini av umsóknunum til báðar stuðulsskipanirnar verður serligur dentur lagdur á, at:
•    Úrslitini eru almannagagnlig
•    Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands
Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda  umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. 

Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo undir Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á [email protected] ella telefon 22 22 58.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2025.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: [email protected].
Eftir ætlan verður skipað fyri kunnandi tiltaki um flaggskipaverkætlanir tíðliga í nýggja árinum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Útróðrarbáturin Bragd til sølu

3/1/2025

Comments

 
Picture
Ikki góðir lesnaður í morgun, útróðrarbáturin Bragd til sølu.

Nú eru ikki nógvir útróðrarbátar eftir í Klaksvík og Bragd hevur altíð verið ein av okkara besti og hevur fingið nógvan føvning til landi.

Júst í dag fyri 6 árum síðani hevði Bragd ein roktúr, sjá filmsklipp á YouTube, sum eg tók upp tann 3. januar 2019.

Tað er bátasølan sum selur bátin og nú er at vóna at Bragd verður heimahoyrandi í Klaksvík eftir søluna.

Sjálvir havi eg fylgt væl við útróðrinum í Klaksvík og havi havt nógvar góðar løtur við kajkantin, tá ið útróðrarbátarnir eru komnir aftur ella farnir avstað.

Eg takki tykkum fyri góðar løtur og nógv góð prát Oddmar Niclasen við manning.

Nakrar myndir eru tað eisini blivnar til, her nakrar av teimum, sjá niðast í greinini.

SáH

Her sølulýsingin frá Bátasøluna um Bragd:
Bátasølan, hevur júst fingið útróðrabátin M/B Bragd til sølu og ella allan partapeningin í eigur felagði Sp/f KG 642  í eigur M/B Bragd.
Bragd KG 642 er ein útróðrabátur í Bólki 4, við 85,5 fiskidøgum á innaru fiskileið og 6,5 dagar á Føroya banka.
M/B Bragd, hevur ein nýggjari motor á 430 hk og somuleiðis gear og aksel frá 2022. 
Sjóvinnustýri, var umborð á Bragd til 5 ára sýn í 2022 og tá fekk Bragd nýtt siglingarloyvi fram til 2027.
Ring til Bátasøluna á 792001 / skriva til okkum á [email protected] um tú ynskir fleiri upplýsingar. 
Um tú ynskir at síggja ella royna bátin, kunnu tit bíleggja eina fram vísing við at senda teldupost til [email protected] og ella við at ringja til okkum á 79 20 01
Her lýsingin, klikk her "Útróðrabáturin Bragd KG 642"

Bátasølan

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.