Sangurin hjá Bing Crosby White Christmas er tann mest seldi jólasangur í verðini - yvir 50 milliónir eintøk eru seld ígjøgnum árini.
Vit hava øll hoyrt, at tað er blasfemi at fjerna Christ og skriva Xmas ístaðinfyri Christmas - tí tá fjerna ein Christ frá navninum Christmas - men so hevur verið skrivað í hvørtfall 500 ár - tí X bókstavurin kemur úr Grikkalandi og merkir Chri - sum jú eisini er ein stytting av navninum Christ.
Visti tú av, at tey rokna við, at vit í Europa hava bakað køkur til Jóla síðan 1500 talinum og at henda traditión stammar úr Týsklandi ?!?
Og visti tú av, at enski poltiski leiðarin Oliver Cromwell bannaði fólk at syngja jólasangir frá ár 1649 til ár 1660 ?!?
Nåmen - Meira Jólafakta ein annan dag, tit :-)
JáH (y) 21.12.2014