Talan er mimarin Marc Gassot, sum sera væl dugdi, at undirhalda okkum áskoðara - uttan at brúka nakað, sum helst orð. Hinvegin, so dugdi hann eisini sera væl, at traðka um grensir og sum eg segði eftir leikin, so trúgvi eg faktist ikki at nakar føroyingur hevði kunna spælt henda leik - tí leikurin varð sera brutalur & perversir.
Við bert at brúka tekin og teknirøðsorð orð, sosum: Splash, Splash og UGH!, so visti ein beinavegin, at ein varð komin til ein heilt øðrvísis sjónleik og hetta nokk skuldi blíva ein stuttlig løta. Og sum sagt, so vóru tað ongar grensir og ein kann faktist illa skrivað tað, sum ein upplivdi - tí hetta er næstan nakað, sum ein má upplivað sjálvur - fyri at trúgva tí.
Hetta varð svartur humorur, sum tað baskaði eftir í - og vit á Norðoya Portali fara at geva hesum sjónleikinum 6 av 6 stjørnum og enn einaferð takka Gassot og hansara finska harkalið - fyri eina avbera stuttliga & sjúkliga uppliving.
JáH (y) 30.05.2016