Les eisini: Skitnasta Valstríðið í Amerikanskari søgu!
Fyrradagin varð seinastu ferð, at Donald J. Trump og Hillary Clinton høvdu "live" orðaskifti og eisini her, vilja fólk vera við, at Hillary stóð seg betri enn Donald. Men trúðføstu fjepparanir hjá Trump trúgva enn uppá mannin - hóast meiningartølini vísa, at Forsetavalið fer til Hillary.
Tað seinasta frá Trump er, at hann fortelur fyri tí amerikanska fólkinum, at amerikanska valið er korrupt skipað og vinnur Hillary Clinton, so er tað beinleiðis snýt - sum hevur gjørt tað, at hon vinnur. Tá ið Trump bleiv spurdir um, at hann fór at góðtaka Hillary Clinton sum Forseta, so vildi Donald ikki geva nakra viðmerking - men segði tað, at eftir valið, so skuldi hann nokk koma við einari.
JáH (y) 21.10.2016