Keyp atgongumerki HER
Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórna henda leik - fotelur soleiðis um leikarnir úr Guitaristunum:
"Takk fyri eina sera, sera, sera, sera góða sýning, tit. Fantastisk at sýggja, hvussu tit hava totalt tamarhald á karakterunum, áskoðarunum og allari sýningini. Og eru til staðar og ELSKA at vera á pallinum."
Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir
Gunnvør Joensen sum mangan hevur staðið á palli og kennir sítt yrki innan sjónleik, segði soleiðis um leikin eftir sýning: "Stríddu okkum í gjár í kava og hálku úr Nólsoy til Klaksvíkar til sjónleik. Og tað var alt stríðið vert. So heilt víst. Væl upplagdir leikarar - stuttlig framførsla - svartur humor. Væl arbeitt við lýsingini av persónunum í leikinum, flott øll fýra. Takk fyri í gjár, Klaksvíkar Sjónleikafelag."
Eisini hava fólk verið frá Kringvarpinum og givið rós og eitt nú Snorri Brend hevur eisini ummælt leikin: "Mítt besta viðmæli ... Eri júst afturkomin úr Spaniastova, har eg og konan hava sæð henda ótrúliga væl spælda leikin. Tær 4 typurnar og teir 4 leikararnir spæla so væl, og duga so væl at lýsa seg sjálvan, - ja, at eg eru simpelthen troyttur í láturmusklunum: Tað krevur sín mann at skula flenna í samfullar 90 minuttir, men soleiðis var tað bara. Leikurin verður spældur aftur fríggjakvøldið kl. 21:00. Vilt tú síggjan góðan sjónleik, so: FAR!!!"
Og í kvøld kl. 18.00 er also tann ultimativa seinasta sýningin av Guitaristunum í Spaniastovu á hesum sinni og vilt tú hava eitt øðrvísi & stuttligt upplivilsi í kvøld, so er onki at ivast í - men at koma til hesa "one of a kind" sýning. Hetta er endabresturin, tit og í kvøld fer Spaniastova at kóka við látri.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag letur heilsa frá sær og takkar øllum, sum hugt hava eftir hesum leiki í Spaniastovu, sum veruliga er ein karmur innan føroyska mentan í Klaksvík. Vit gleða okkum, at síggja teg í kvøld í Spaniastovu. Billettir kunna keypa við dyrnar - ein tíma undan sýning, men vilt tú veruliga bíða so leingi ..? Tí tað kann vera útselt, áðrenn tú veit av - passa einans 90 fólk inn í Spaniastovu, soooooe ... Sikra tær heldur eina billett á http://www.atgongumerki.fo/. Síggjast í kvøld, tit!
JáH (y) 07.02.2016