Undirritaði tosaði við fleiri eftir showið - og fortaldi tey fyri mær, at hetta varð eitt show, sum heilt klárt kundi viðmælast øllum, at fara til - og so bleiv eisini lagt afturat, at saknur hevur verið í svørtum humor líka síðan Klaksvíkar Sjónleikarafelag á sinni, eisini stílaði fyri Late Night - har eisini bleiv útselt til júst tað showið.
Umstøðurnar hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag gera tað, at ikki vera fleiri sýningar enn tær ásettu, sum forrestin allar eru útseldar. Klaksvíkar Sjónleikarafelag er nevniliga farin í holt við ein nýggjan stórleik, sum vit á Norðoya Portali fara at skriva nógv meira um seinni ...
JáH (y) 04.12.2016