Men hvat ger stjórin so ..?
Jú, hann skrivar aftur: Eg vil persónliga takka tær fyri eina email sum hesa. Tá tú ger slíkt, sum tú ger, so minnir tú okkum eisini á, at sjúkradagar saktans kunna handla um sálarliga menning - og eg kann ikki forstanda tað, at tað ikki er ein standard á øllum arbeiðsplássum. Tú ert ein fyrimynd fyri okkum øll og hjálpir okkum at bróta stigamatiseringina, so at vit øll kunna koma "heil" til arbeiðis.
Madalyn Parker varð somikið glað fyri svarið hjá stjóranum, at hon postaði svarið hjá stjóranum á Twitter, sum longu nú hevur fingið 30.000 likes og er deilt yvir 8.000 ferðirnar.
Sjálvur sigur stjórin, Ben Congleton, at hann hevði ikki rokna við at Madalyn fór at posta hansara svar á Twitter - men eftir at hava lisið mangar av viðmerkingunum til hansara svar - hava tár runnið á hansara kjálku: Hetta prógvar einans, at mín sjón uppá sálarliga menning er ósiðbundin. Tað gekk upp fyri mær hvussu stóra týdning mín mail hevði (og hevur) verðina runt, tá eg byrjaði at lesa afturmeldingarnir á Twitter. Nakrar av teimum fingu meg enntá at tára, segði Congleton á hansara Twitter.
JáH (y) 15.07.2017