Og ferð tú til München, Týskland - til eitt stað, sum eitur Bavaria Filmplatz, so kanst tú leypa á ryggin hjá tí orginala hundinum Falcon úr filminum The NeverEnding Story frá 1984 og endurliva tíni barnaminnir.
Í veruleikanum, so skuldi O.J. Simpson spæla The Terminator (1984) - men framleiðarnir av filminum hildu meira av Arnold Schwarzenegger - tí teir meintu, at O.J. varð ov "fittur" til at vera ein kaldur mordari.
Úr filminum Bronson (2008), sum er frá baseraður uppá veruleikan, spælir Tom Hardy tann svaki Charles Bronson, sum nærum alt sítt lív hevur sitið í fongsul. Tann veruligi Bronson, sum enn situr í fongsul rakaði alt sítt yvirskegg av - og sendi tað til Tom Hardy, tí Bronson helt, at Hardy kundi brúka hansara "skegg" í filminum.
JáH (y) 09.05.2015