ALS veit at siga frá, at áleið 16 fólk hava verið við til hesa verkætlan, har grundarlagið varð, at einans súkklur skuldu brúkast og her av eru súkklur gjørdar um til lampur, stativ, upphang, haldarar, stólar og mangt mangt annað.
Tá luttakararnir verða spurdir um, hvat tey halda um verkætlanina, og um hvat tey hava fingið burturúr, eru tey øll sera jalig.
“Tað hevur verið stuttligt og áhugavert. Og vit hava lært nógv, bæði í mun til møguleikar við endurnýtsluni, og vit hava lært nógv av hvørjum øðrum”, siga tey.
Í næstu viku verður framsýning í Býráðshøllini í Klaksvík, har øll kunnu síggja, hvat tey dugnaligu fólkini hava framleitt. Framsýningin letur upp týsdagin kl. 13 og verður til hósdagin 7. apríl. Allir lutirnir eru eisini til sølu. Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini arbeiðsgevarar.
JáH (y) 31.03.2016
Kelda: ALS