Men so eru tað eisini tey, sum vita tað, at hash kann vera víst til menniskjur við ymiskum sjúkum og at hash faktist hjálpir teimum. Og her verður kanska serliga tosað um tey fólk, sum bera uppá Parkinson sjúkuna og tey fólk kunna so fáa hash frá læknanum.
Er hash farligari enn t.d. rúsdrekka ..? Hvat ger hash við teg, sum rúsdrekka ikki ger ..? Hví er tað TABU, at tosað um hash í Føroyum ..? Ella er tað veruliga so, at hash førir víðari harðari stoffir ..?
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum sigur: Tað verður ikki so leingi, eg eri landsstýrisfólk á økinum, at hassj, ella onnur rúsevni, verða lóglig í Føroyum.
Ímeðan Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn onki hevur ímóti at hash og onnur lættari rúsevnir vera gjørd lóglig í Føroyum.
Eitt argument kann tó vera, at tað hevði verið munandi lættari & betri fyri Landskassan - um nú hash bleiv lógligt í Føroyum, tí tá varð ein noyddur at keypa tað lógligt (júst sum við rúsdrekka) og tá kundi Landskassin so fingið sín part av "hash-peninginum" og kanska spart dýrari medisin.
Men nú skula vit ikki roksa meira á Norðoya Portali - hvat heldur tú um tað heila ..? Skal hash vera lógligt í Føroyum ella framvegis ólógligt ..? Stemma niðanfyri:
JáH (y) 25.04.2016