Í kvøld (eftir Gekkin) er jú eitt perfekt høvið hjá tær, at fara og hugna tær í Spaniastovu, saman við Guitaristunum og sigast skal beinavegin, at tað er avmarkað atgongd í Spaniastovu og tískil so krevst, at tú skundar tær at keypa eitt atgongumerki á http://www.atgongumerki.fo/ tí áðrenn tú veit av, so er also útselt um alt vikuskiftið. Til ber eisini til at keypa atgongumerki hálvan tíma undan sýning - um also nakað er eftir til ta tíð.
Hesar sýningar eru eftir: í kvøld kl. 21.00, leygardagin kl. 20.00 og sunnudagin kl. 18.00 og sigast, at einans góð 90 fólk sleppa at hyggja ísenn í Spaniastovu.
Ria Tórgarð hevur leikstjórna og leikarar eru: Jógvan á Høvdanum (yngri), Høgni Olsen, Sára Skarðenni og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar.
NP 05.02.2016