Tað hevði tað verið uppá sítt pláss, at Kunoyar Kommuna skipaði fyri einum Borgarafundi, har báðar bygdirnar Kunoy og Haraldssund vóru bjóðaðar til ein fund, har fólkini og kommunustýrislimirnir kundu sagt sína hugsan um - um vit áttu vera verandi ein kommunu ella lagt saman við Klaksvíkar Kommunu. Kanska kundi Borgarstjórin úr Klaksvík, Jógvan Skorheim, eisini verið boðin við til henda fund ..?
Trupuleikin við at dríva eina so lítla kommunu sum Kunoyar Kommunu er - at Landið hevur ásett øllum Kommununum alt ov stórar uppgávur, sum tær lítlu kommunurnar ikki megna at gjalda. Eitt nú skula kommunurnar sjálvar taka sær av teim eldru og tað vísur seg, at vera sera dýrt fyri eina so lítla kommunu sum Kunoyar Kommuna. Børnini, sum eg sjálvur haldi vera púra beint, fáa møguleikan at ganga í skúla í Klaksvík, sum Kunoyar Kommuna betalur fyri - er eisini dýrt fyri kommununa.
Asvaltering, kloakering o.a. er heldur ikki ráð til - tí hetta er nakað, sum er blivi nógv dýrari við árunum og havi vit
sum ein so lítil kommunu bert ráð til at asvaltera eitt pinkalítil frímerki at gangin. Kloakering o.a. er eisini sera dýrt,
tí vit hava ikki nakrar maskinur, sum eru settur av til slík arbeiðir, so at slík arbeiðir vera fevnd av, at lánast má
maskinur og arbeiðsfólk - og hetta er eisini ein dýrur partur.
Efir situr so lønin til Borgarstjóran og Kommunustýrislimirnar og her fer tað also eisini út av síðuspor. Lønin hjá Kommunustýrislimunum hjá Kunoyar Kommunu er áljóðandi góðar 560 kr pr. fund - og tað er also ikki nakað ein fær tálg av nossunum av, ímeðan Borgarstjórin fær góðar 9.000,00 krónir um mánaðin beint nú, men Sóleyð K. í Kongsstovu vil hava meiri enn tað dupulta av tí og fara upp á hálva tíð - tí at hon ikki megnar at gera alt tað arbeiðið, sum Landið hevur ásett kommununum. Skilji væl umbønina frá Borgarstjóranum, men haldi tó ikki, at Kunoyar Kommuna hevur ráð at ganga hesu umbøn á møtið ..!
Eg dugi at síggja skriftina á vegginum og hon sigur mær heldur dapurt, at Kunoyar Kommuna IKKI hevur ráð, at gera tey arbeiðið sum Kunoyar Kommuna burdi havt gjørt og tá havi eg ikki eingong tikið spillvatnskipan í roknistykki og tað er heldur ikki nakað, sum riggar sum tað skal. So í alt, so eru tað nógv for nógv ting, sum vit eiga at gera - men sum vit í veruleikanum slett ikki hava ráð til at gera.
Jú, stoltleikin at vera verandi Kunoyar Kommuna er nakað, sum vit eiga at vera stolt av - men sannleikin er oftað ikki
lýddur og er sannleikin tann, soleiðis eg havi skrivað hann - so nýtist ongin Albert Einstein fortelja mær, at tað hevði
verið frægari - um vit løgdu saman við Klaksvíkar Kommunu, har teir hava eina Vegdeild, ið hevur eina Kloaddeild og sum hevur skil fyri hvussu okkara vatn skal leggjast.
Landið hevur (sum sagt) lagt sera nógvar uppgávur fyri kommunurnar at loysa og uppgávurnar vera ikki minni við árunum - kanska heldur størri. So tað kanska bert ein spurningur um tíð - NÆR vit leggja saman ..!
Trupuleikin við teim gomlu og børnunum hevði knappliga ikki verið ein trupuleiki og asvaltering hevði heilt sikkurt verið gjørd um báðar bygdirnar - har tað í hesum førið - heldur varð gjørt fyrr enn seinni. Útbjóðing av stykkum kring Kunoy og Haraldssund hevði verið eitt spæl, tí so nógvir eftirspurningur er um hetta hjá Klaksvíkar Kommunu - so at ein er sikkur uppá, at okkurt hevði dryppa á "deknin".
Ljóðar hetta alt ov veruleikafjart - hvat er tín meining um tað heila ..? Hevði tað kanska verið eitt hugskot, at vit í
Kunoyar Kommunu fóru, at stemma um - vit skuldu vera verandi ein kommuna ..? Hvat við einum Borgarafundi - har vit tosað um hesi tingini ..?
Kærar heilsur
Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu