35 ára gamla Jessica Gonzales Garcia frá Madrid er vorðin heimskend - grundað av hennara stóru formum, sum prýtt hava mong mannfólkabløð í Spania.
Men hon hevur ikki altíð hava tað so nemt. Hon fekk nevniliga skisofreni, tá ið 21 ára gamla systir hennara doyði av lungakrabba í apríl 2012. Og tað tók henni mong ár, at koma yvir lagnuni hjá hennara systir:
- Eg eri blivin hótt fleiri ferðir við lívinum og onkuntíð, so havi eg veruliga verið bangin. Men beint nú so føli eg meg sterka og eri ikki bangin.
Ringasta viðmerking eg havi fingið um mína nátúrligu útstjónd er, at eg burdi verið deyð líkasum systir mín. Eg haldi, at tann sosiala median kann vera ræðulig til tíðir, segði Garcia við tíðarritið Media Drum World.
Jessica Gonzales Garcia, sum í dag er singul (tí hon er troytt av eks. sjeikum fullir av øvundsjúku) - er farin í filmsheimin at royna seg og skal eitt nú spæla við hennara debut filmi Abashed, sum hon vónir fer at seta eitt meiri jaligt fokus á kvinnur við stórum formum.
Fylg við henni á Instagram her: www.instagram.com/jessicagonzalezoficcial
JáH (y) 14.12.2018