Navnið er tað sama - sum legði eftir Sony fyri einari tíð síðani.
Microsoft Xbox hevur yvir 48 milliónir brúkara og Sony Playstaiton hevur yvir 110 milliónir brúkara
Men henda leygarmorgun hevur Playstation fingið servaran íordan og hevur skriva á Twitter: Servarin hjá PS4, PS3 og Vita er so smátt við at vera íordan og vit takka tær fyri títt tolsemi."
Ein 22 ára gamal hack'ari sum sigur seg vera frá Lizard Squad sigur at hack'a bleiv á síðurnar hjá Microsoft og Sony - "tí vit kunna". Hann fortaldi eisini frá, at tað hetta eisini varð at vísa - hvussu veikt systemi hjá teimum í veruleikanum er.
"Microsoft er ein ógvuliga stór fyritøka. Heldur tú ikki, at teir burdu ikki vart seg ímóti einum tílíkum álopið?" fortaldi hann fyri BBC Radio Five Live.
"Eru Jólni veruliga um, at børnini spæla við teirra Playstation ella eru Jólini um at tey eru meira saman við teirra familjum á Jólum" og hann legði aftur: "Eg haldi, at øll taka Jólini fyri givið."
Fyrr í ár - so fór hack'ara eftir Sony og tá varð grundin filmurin The Interview, sum er ein skemtifilmur um leiðarin í Norður Koria, Kim Jong-un. Men ikki er fyri vissu - um tað er sama grund, at báðar fyritøkurnar blivu niðurlagdar á Jólum.
Les eisini greinina Sony avlýsir filmin "The Interview"
JáH (y) 27.12.2014