Nýggja café'in Fjørðoy hevur opið mánadag til hósdag frá kl. 10 - 21. Fríggjadag og leygardag frá kl. 10 - 22. Og sunnudag frá kl. 14 - 20.
Tá undirritaði kom inn ígjár, so varð Borgstjórin Sune Jacobsen eisini á vitjan á tí hyggeliga staðnum, har "live" tónleikur eisini bleiv spældur av Jóhan Mikkelsen til eina sending av Rás 2.
Staðið gav tær eina kenslu av, at her føldi ein seg heima og sum altíð, so er tað sera deiligt at vitja Kent og Mariu - óansæð hvar ein møtir teimum. Norðoya Portalur varð eisini ein rundtúr og hugdi eftir gestahúsinum Hugo, sum liggur beint uppiyvir café'ini. Eisini har - føldi ein seg væl og nógv hava hjúnini Christensen gjørt við húsið, so at ein skal føla seg væl til passar.
Eftir at hava drukkið ein kaffimunn, saman við deiligari heimagjørdi pannukøku og ísi - borðreitt við einum deiligum heimligum smílið av Kent, so takkaði eg Kent og Mariu fyri blíðskapin - og eitt er so heilt sikkurt, og tað er at har fari eg so í hvørtfall aftur á vitjan. Og hvør veit, um ein ikki nýtir sær møguleikan og fær sær ein blund á Guesthouse Hugo - tá man nú einaferð álíkavæl er í Sørvági ..?
Vit á Norðoya Portali fara at enda ynskja Mariu og Kent hjartaliga tillukku við nýggja staðnum og góðan byr í framtíðini.
JáH (y) 08.05.2015