Háaktuelt tilfar frá Nám
LGBT Føroyar fegnast um, at eitt alment forlag sum Nám, hevur dirvi at taka um rótina á einum ofta viðkvomum evni, sum vit samkyndu enn tykjast at vera, og viðgera okkara drúgva stríð at vinna rættin til at giftast borgarliga í Føroyum.
LGBT viðurskifti hava í alt ov stóran mun verið tagd burtur í føroyska skúlanum. Hetta hevur LGBT Føroyar eisini víst á, og løgdu vit fram alment ynski um at fáa hetta broytt í fjør. Í einum modernaðum demokratiskum samfelag skulu øll fólk hava innivist – eisini í skúlanum.
Les meira HER
JáH (y) 18.05.2016
Kelda: LGBT Føroyar