Síðan 5. mai 1895 hevði Outcault teknað skemtitekningar um Hogan's Alley, sum varð eitt fiktivt kvarter í New York. Í teknirøðini varð ein skalluttur drongur, sum bert gjørdi fortreð. Drongurin gekk í einum náttkjóla - har tekstur bleiv skrivaður á. Kundi hesin sami náttkjóli vera ein test, har gula farvan bleiv testa á ?!?
Sunnudagin tann 5. januar 1896 bleiv tann fyrsta strípan av The Yellow Kid prenta. Og fólkini tóku beinavegin hesa teknirøð til sín. Serliga elskaðu børn, analfabetar og immigrantar teknirøðina. Og vit skula líða á, at ca. 40 % av teim, sum búðu í New York - vóru fødd aðrastaðni. Ávísin New York World fór frá at selja 250.000 eintøk til 600.000 eintøk.
Í byrjani varð The Yellow Kid bert ein mynd, men um heysti sama ár, so byrjaði Outcault at seta fleiri myndir saman, so at myndirnar fullu saman til ein søgugang. Og tað er ein av grundunum til, at The Yellow Kid (Tann Guli Drongurin) verður kallað tann fyrsta teknirøðin nakrantíð gjørd. Eisini er at bíta til merkis, at í teknirøðini The Yellow Kid varð tekstur skrivaður á náttkjólan hjá dronginum og at "taluboblan" eisini bleiv uppfunnin av Outcault.
Richard Felton Outcault bleiv ríkur av sínari teknirøð The Yellow Kid, tá teir eisini byrjaðu at gera figurar, matpakkar o.a. av dronginum við tí gula náttkjólanum. Eftir at hava tekna teknirøðir sosum The Yellow Kid, Buster Brown og gjørt eina rúgvu av lýsingum - doyði faðirin av teknirøðum Outcault í 1928.
JáH (y) 02.05.2015
Men fyri at vera heilt sannur, hvar teknirøðirnar byrjaðu - so muga vit spola tíðina framm til ár 1890, har krígg varð ímillum tvær ávísur í New York. Ávísurnar bóru navnið: New York World og New York Journal (William Randolph Hearst stóð aftanfyri NYJ).
Teir gjørdu alt hvat teir kundu fyri at fáa fatur í lesarum. Ja, enntá blivu síður prentaðar við farvum sunnudagar. Joseph Pulitzer, sum stóð á odda fyri New York World hevði trupuleikar við tí gulu trykkfarvuni - tí at gula farvan tárnaði ikki nóg skjótt. Men okkurt mátti gerast fyri at vinna ávís-bardagan og eydnu hjá Pultizer, so arbeiddi ein maður, sum æt Richard F. Outcault fyri New York World sum freelance teknari.