Vit hava brúk fyri meiri Rock 'n Roll á Ting - har ikki alt er so mega keðiligt og har tingini vera sett eitt sindur øðrvísi upp enn tey vanligvís vera. Tað er tíð uppá, at brillurnar vera pussaðar av nýggjum - og at vit byrja at fjálga um fjøldina aftur.
Eg kann tosað fyri meg sjálvan - so eri eg TOTALT Hipp - tá ið tað kemur til ungdómin. Eg eri ein øðrvísi rødd, sum dugir at síggja tingini frá teim yngru av - sum jú eru framtíðin hjá okkum øllum. Tað nyttar sku' ikki at velja eina skøvaða plátu, sum bert lovar tað sama - men ikki megnar at halda hvørki lyftir ella vatninum.
Vekk við gongustativinum og framm við Skateboard'inum - tí vit hava veruliga brúk fyri eina broyting í Føroyum. Vit hava ikki brúk fyri at alt er so MAINSTREAM og at vit bert fylgja við streyminum. Um tú vilt hava eina broyting - so er at velja ein ungan persón (haldi sjálvur eg eri ungur, sjálvt um eg eri 35 ár) við einum ungum sinni.
Ja - vel ein mann, sum veit hvat fyri møguleikar ein telda hevur - ístaðanfyri at velja ein somikið gamlan persón, sum ikki eingong veit hvat Youtube er fyri nakað. Ein sum heldur at Snapchat er eitt forrættur - er simpulten for YT at sita í Tinginum og fortelja okkum, hvussu Landið skal stýrast.
Get freaky with it tann 1. september og royn okkurt nýtt. Royn meg ... øh ... orsaka, hatta ljóðaði skeivt hattar har. Also tað eg meini við - er simpulten, at tú skalt velja ein persón, sum hugsar NÝTT og ikki ein persón, sum livur í fortíðini. Nútíðin er her, ungdómurin og tað er nú tú hevur valmøguleikan, at skapa eina broyting.
Vel meg - um tú vilt hava eitt sindur meira Rock 'n Roll á Tinginum! Tað er ein ungur persónur, sum best skilur tey ungu og tí skalt tú ikki lata teg stýra av tínum foreldrum. Lurta bert eftir hvat Twisted Sister hevur at siga til "tey gomlu" niðanfyri.
X við Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri