Ein video av tí almenna striptease'inum er nú løgd á netið. Í video'ini kemur ein maður í uniform á togið. Kvinnurnar standa uppá hetta tíðspunkt í teirra undirklæðum. Hann tekur teirra klæði upp og fær kvinnurnar at skriva í ein blokk, har hann síðan fer út úr toginum. Kvinnurnar lata seg síðan í rein klæðir og fara av toginum í tí næsta steðginum.
Ein internetbrúkari fortaldi fyri China News Service, at talan er um eina lýsing fyri vaskipulvir og 20 kvinnur vóru við uppá tað - og onkrar vóru enntá spillnaknar í toginum (sí mynd t.v.).
Løgreglan sigur, at tað er líkamikið hvat tað skal brúkast til - tey luttakandi hava órógva friðin í toginum og at tey nú eisini vera ákærd fyri at bróta lógina.
JáH (y) 28.09.2014