Finn Johannesen fortaldi fyri Kára Sólstein, at hann hevur brúkt sera mong ár til at skapa klovnin Bubu og at henda Klovnaræðslan, sum nú eisini er komin til Føroyar er skaðandi fyri hansara Bubu-fyritøku.
Runt um í heim - lata fólk seg í eina klovnadrakt og gjarna gera seg so vemmilig sum til ber og fara síðan út í gøtuna fyri at spreiða ræðslu í fólk. Og nú Halloween er kring alla heim, so vera tað nokk mong, sum fara at nýta høvið og lata seg í eina vemmiliga klovnadrakt, sum tann omanfyri.
Men tað er eisini nýtt, at klovnadraktin verður nýtt, at spreiða ræðslu. Filmurin IT er kanska besta dømið um tað og tann filmurin er frá 1990 og verður endurspældur í 2017. Og kanska eitt annað, sum ger tað, at fólk ræðast klovnar er mordarin John Wayne Gacy frá veruleikanum, ið varð ein klovnur um dagin - men ein mordari um náttina.
JáH (y) 30.10.2016