Sjálvt um leikur fer framm - so merkir tað ikki, at umstøðurnar hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru nøktandi í Klaksvík. Sum nú er venja leikarar sjónleik í gomlu Brandstøð í Klaksvík og sjálvt um tað er vetur - so virkar hitapumpan ikki har og leikstjóri og sjónleikarar venja sjónleik ísakøld.
Men tað eru heldur ikki bert tað gamla kalda hølið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag má finna seg í. Nei, tí eitt er at vant verður har tað er - men annað er, at ikki finnist hølið har Klaksvíkar Sjónleikarafelag kann sýna sjónleik framm - og tískil so má Sjónleikarafelagi í Klaksvík aðrar leiðir at framsýna sjónleik. Og tað er undir alt lágmark - heldur undirritaði.
Síðan hevur Klaksvíkar Kommuna syrgt fyri, at sjónleikurin í Klaksvík nærum er rikin vekk - og umstøðurnar blíva bert verri fyri hvørt ár, sum kemur og ferð.
Og eftir at undirritað fór at kanna (og sum hevur tosað við Jóhann Lützen og onnur í Klaksvíkar Býráð) hvussu varð við Atlantis - so skilst av lagnum, at nú er kontraktin (avtalan) liðug við teir sum leiga frá Klaksvíkar Kommunu og Atlantis verður tí bjóða út av nýggjum - um heilt stutta tíð. Og sjálvandi skal Klaksvíkar Sjónleikarafelag eiga sín heiður á Atlantis - tí sum sagt, so vóru tað áhugafólk hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum bygdu húsið upp á sinni - og tí átti Klaksvíkar Kommuna eisini latið Atlantis aftur í hendi til Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Sjálvandi kann filmur o.a. eisini vísast í Atlantis í framtíðini - men hatta húsið bleiv frá byrjan - gjørt til Sjónleikin, Tónleikin og mangt mangt annað enn film (at so nakrir kloddar hava skitið tað vekk - er so ein heilt onnur søga) - og vit muga ikki bert hyggja vekk og lata okkara mentan fara frá okkum. Klaksvíkar Kommuna hevur lovað eitt Menturnarhús í mans minni nú og eftir seinastu játtan, so skilur undirritaði, at eitt Menturnarhús til klaksvíksingur liggur also langt skotið framm í framtíðini.
Vit á Norðoya Portali fara at hava fingurin á pulsinum viðvíkjandi Atlantis - og samstundis so fara vit eisini at skriva nógv um umstøðurnar & fíggjarviðurskiftir hjá Atlantis. Vit liva í vónini, at umstøðurnar hjá okkara sjónleikar-mentan ikki fer at doyggja burt og at Klaksvíkar Kommuna ger tað einasta rætta, sum kommunan kann gera og letur Atlantis aftur í hendi til Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
JáH (y) 09.12.2015