Tað gongur strúkandi hjá báðum liðunum og roknast kann við einum sera jøvnum dysti ímillum oddaliðini í Effo deildini.
Víkingur hevur megna at vunnið fleiri steypafinalur enn KÍ tey seinastu mongu árini - og spurningurin er so um KÍ fer at gera eitt 1999 "come back". Tað er útselt til dystin og Smyril fer úr Klaksvík kl. 14.00 í dag, fullir av KÍ fjeppararum og roknast kann við einum ordans balli í Tórshavn í dag, har bæði liðini hava sín trúfasta fylgjaraskara.
Til tey, sum ikki hava keypt billett - so kann sigast, at hesin toppdystur eisini verður sendur "live" av KVF og munna ikki mong fara at seta seg frammanfyri sjónvarpi í kvøld og heppa á sítt lið ..? Hetta er í hvussu so er, ein dystur sum endar í søgubókunum - óansæð hvat fyri úrslit kann væntast av hesum dysti ...!
JáH (y) 27.08.2016