Og eisini skal tað t.d. vera trupult fyri t.d. NÁM at fáa pláss fyri øllum teimum, sum vilja taka hetta skeið - tí tað er sjálvsagt, at bíðirøðin kemur at vera long, um tað nú skal vera, at Trygdarskeiðið kemur at vara í góðar 3 vikur.
Tað løgna við tí heila er - at eitt Trygdarskeið í Noregi - tekur 5 dagar (les meira HER) men nú vilja tey hava sjómennirnir at brúka 3 vikur innan lærdóm, sum teir uppá forhond vita alt um. Og hví skalt tú brúka 3 vikur uppá eitt skeið, sum tú kanst læra uppá góðar 5 dagar í Noregi, sum er tað landið, sum er nógv strangari enn hvat vit eru ..?
Og spurningurin liggur eisini í luftini - um sjómaðurin hevur tíð at fara til Trygdarskeið ..? Serliga fer hetta at ganga útyvir línumanninum, sum uppá forhond kann tjena heilt lítið av peningi um mánaðin. Sjófólkið er alt annað enn nøgd yvir, at tey nú skula brúka 3 vikur uppá eitt skeið, sum fyrr plagdi at taka 3 dagar at taka. Og kanska tann síðsti spurningurin er um línumaðurin tímur at blíva við hesum fjasinum ella um hann/hon ikki bara meldar seg í ALS ..?
JáH (y) 26.11.2015