Faktist eru oddsini serstakiliga lítil, tí um vit siga, at áleið 30.000 seðlar eru seldur (kanska enn meira), so er hevur tú also 1 útav 30.000 kjansum fyri at vinna.
Og so steðgar tað heldur ikki har - tí umframt, at tú ert so eydnusamur at tú sleppur at fáa eina fulla plátu, so skalt tú eisini minnast til, at í minsta lagi 7 onnur eisini hava fulla plátu og so ræðir sum skjótast at ringja inn til Gekkin. So oddsini vera bara minni og minni - og ert tú so eydnusamur, at tú hevur fingið fulla plátu og tú ert sloppin inn, so skalt tú snara hjólinum og har eru also 30 møguleikar, at tú júst vinnur Gekkin - also 1 útav 30 kjansi fyri at tú vinnur.
Og strangt tikið - so verður also ikki sett nakað serligt uppá Gekkin, um tú hugsar um, at áleið 30.000 seðlar eru seldir í kvøld. 30.000 x 30 er 900.000 og seinast so settu tey frá KVF góðar 100.000 kr uppá Gekkin ... men hvar endar so restina pengunum ..? Og nú vit tosað um Pengaspæl (sum tað í botn & grund er), so hví ikki bara eisini loyva "Den Enarmende Tyveknægt" í barrum ella fyri tann part skuld Kasino líknaði spøl í hotellum ..? Hvat er munurin, spyrja vit bara frá Norðoya Portali ..?
JáH (y) 05.02.2016