Teir fyrstu 20 minuttirnir vóru teir mest undirhaldandi, tí tá fór Hillary Clinton eftir Trump, tí at hann hevði sagt ymiskt óhóskandi um kvinnur fyri 11 árum síðani í einum trailaravogni - f. eks segði Trump, at hann ongar trupuleikar hevði við at skora kvinnur og at lættast varð, at taka kvinnuna um vaginuna. Og hetta brúkti Hillary Clinton so ímóti honum.
Men so svaraði Donald Trump aftur og kallaði mannin hjá Hillary, Bill Clinton, fyri tann størsta sexmisbrúk-ara í amerikanski søgu og har blivu tikin nøkur dømir framm yvir - hvussu Bill hevði misbrúkt sína makt sum Forseti í Amerika, tá ið talan varð um kvinnur.
Eisini fór Donald Trump harðliga eftir Hillary Clinton, eftir at tað er komið framm av Wikileaks, at hon hevur sletta yvir 30.000 emails - eftir at Dómstólurin í Amerika vildi sleppa síggja hesi emails. Og til aftursvar hevði hon ikki beinini niðri á jørðini, sum Trump hevði (nærum) allatíðina.
Síðan fór Hillary Clinton eftir Donald Trump, at hann ikki hevði goldið skatt í nærum 18 ár, tí hann stóð til at skylda nærum eina milliard dollara til stýrið í Amerika. Men eisini hesaferð, megnaði Trump at svara aftur, tí hann gav faktist til skuldina víðari til Obama og Hillary, tí at tað faktist eru tey sjálvi sum havi staðið á odda fyri, at slík hol eru í skattalógini í Amerika.
Til endans hevði ein lurtari spurt bæði valevnini, um tey kundu siga eitt jaligt orð um hvørt annað - og aftur her, vann Donald Trump eftir mínum tykki. Hillary Trump vildi ikki ordiliga siga nakað jaligt um Trump sjálvan, men hon rósti børnunum hjá honum, sum so dyggiliga hava staðið við lið av pápa sínum og síðan tosaði hon faktist víðari um seg sjálva. Trump - hinvegin - rósti Hillary Clinton fyri at vera treiska og at vera eina kvinnu, sum ikki soleiðis bara gav upp og hetta er ein góður eginleiki at hava, segði Trump víðari.
Har varð nógv at fara eftir hjá Hillary Clinton - men hon gav tí ikki sítt fulla og Donald Trump, sum hevur verið aftur úr Forsetadystinum - er nú komin væl aftur inn í hitan. Og so skal eisini sigast, at hetta kjakið varð sera undirhaldandi at hyggja eftir. Sjá kjak niðanfyri:
JáH (y) 10.10.2016