Áðrenn Carl Jóhan fór á trygdarskeið hjá Sjónámi tíðliga ein novembermorgun í fjør, tók hann hesa vøkru myndina, sum nú fer at prýða kortini, sum Klaksvíkar kommuna letur í samband við ymisk høvi.
Sjálvur hevði Carl Jóhan ikki væntað at vunnið kappingina.
– Hatta var ein avbera vakur morgun, so eg helt hatta vera eina stuttliga mynd at taka á kajini, og eg kom beinaveg í tankar um hasa myndina, tá ið eg las um kappingina, men eg hevði slett ikki væntað at vinna, sigur Carl Jóhan.
Flestu av innkomnu myndunum vóru náttúrumyndir, og fleiri teirra vóru eisini stuttligar og vístu Klaksvík úr sjónarhornum, sum annars ikki eru so vanlig, og tað er vinnandi myndin eitt dømi um, sambært Jógvani Skorheim, borgarstjóra.
– Umframt at vera vøkur í litum, uppseting og motivi, so fortelur myndin søguna um sambandið millum sjógv og land, vinnu og bý. Harumframt sæst sólin rísa upp yvir býin og ljós verður varpað á nýggja miðbýarøkið, sum eisini er við til at menna samleikan hjá kommununi, sigur borgarstjórin.
Saman við samskiftisfólkinum hjá Klaksvíkar kommunu og Jastrid Gullaksen, grafikara hevur hann mett um myndirnar og valt vinnaran.
Tilsamans vóru 59 myndir við í kappingini og nógvar teirra eru somikið góðar, at tær í framtíðini kunnu brúkast á eitt nú heimasíðuni www.klaksvik.fo.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH