Lýsing við oyðiblaði er nú at finna á heimasíðu kommununnar, við treytum og tíðarfreist um nær og hvussu søkjast kann.
Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi mánadagin 29. februar 2016 á middegi. Umsóknirnar verða viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini 7. mars.
Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l, sum stuðul verður latin til, skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2016.
Fæið er kr. 220.000,-.
Meira kunning er at síggja í lýsingini, sum saman við oyðiblaðið fæst niðanfyri.
Vegleiðing og oyðublaðið fæst við at trýsta her