1. Tað fyrsta tú skalt gera, er at finna tær ein hóskandi flokk, sum fær nokk av fólkið inn um Kommunu gátt .. ella gáttina hjá Løgtinginum (tó er hetta eitt sindur sverari enn Kommunu gáttin).
2. Síðan er tað gott, at tú hevur gott fólk afturat tær, tá tú stillar upp. Tosað við tína familju, vinir og kenningar og fá tey, at gera ein part av tínum arbeiði fyri teg.
3. Ger eina plakat av tær sjálvum við einum einkultum boðskapi. Ikki for innvinkla, tí tað tíma fólk simpulten ikki at lesa.
4. Brúka ikki for nógva tíð & orku uppá tíðindabløð - tá ið hetta eru deyð tíðindi. Skriva nokk av greinum til Portalin, Norðlýsið og sjálvandi Norðoya Portal. Skriva um viðkomandi evnir og royn og hav eina meining, sum fangar fjøldina.
5. Heilsa uppá fólk, sum tú ikki kennir og gang dúgliga til tiltøk, sum eru almenn. Fólk skula jú kenna tín persón og tá er eisini umráðandi, at tú gjørt eitt sindur um teg. Ver ikki bangin fyri at hava eina meining ... so leingi sum tín meining er í tráð við hvat flest fólk meina.
6. Nú er valið av - og tú ert komin inn. Tú hevur nú gingið á møtið, verið til alt møguligt slag av tiltøkum. Skriva eina hundans rúgvu av greinum í Facebook, Portalum osv. Tú hevur fingið tínar vinir, familju og kenningar at ganga sum eitt svakt fyri at fáa fólk at stemma uppá teg. Tú hevur selt teg sjálvan og tað hevur givið bonus.
7. Minst nú til - at brúka eitt sindur av peningi og tað sum tú hevur lova - heldur stikk. Gloym ikki, at fjerna nakrar bunglur og vitja fyritøkur kring býin ella bygdina. Ger svimjihylin størri - ella bygg ein størri vøll. Onki er for stórt og ei heldu er nakað for lítið. For Guð's skyld - gloym ikki at brúka eitt sindur av peningi - tað tíðarskeið tú situr inni.
8. Til næsta val: Tú hevur brúkt nógva pening og tú hevur skapt eina rúgvu til samfelagið. Fólk minnast til, hvat tú hevur gjørt og um ikki - so syrg fyri, at fólk minnast til tín. Skriva í Portalarnar hvussu tú skapti "Býarkoyring" við bussum ella hvussu tú (nærum) áleina syrgdi fyri at vøllurin bleiv størri & betri.
9. Tú ert nú komin inn aftur - og tú kanst byrja heila lortið av nýggjum ... nevniliga brúka pengar og syrgja fyri at fjøldin minnist til tín. Og tú dugir enn betri enn fyrrverandi ár tú sat - tú hevur nú eisini fólkini við tær. Tí tey vita, at tú dugir & veit og júst sum Sokrates: "Eg veit, at eg veit - at eg onki veit" er nú títt nýggja slogan.
10. Vælkomin í politikk - har ikki er pláss fyri fornuft ella einum hjarta. Fylg bert við fjøldini og lat ongan teg lumpa. Ver tú heldur tann sum lumpar tey !!!
JáH (y) 22.02.2015