Eitt nú, so fær man góðar 5.000,00 kr fyri at vera í nevndini hjá IRF og áleið tað sama við at vera í nevndini hjá SEV. Vit vita tað ikki, men kanska ein fær tað sama við at vera í nevndini hjá Landsverk, Kringvarp Føroya osv. osv.
So tínar súrt tjentu 20.000 um mánaðin kann knappliga blíva nógv meira - um tú ert í fleiri nevndum og áðrenn tú veit av, so kanst tú vera ein persónur, sum liggur um 30.000,00 kr um mánaðin.
Í einari nevnd, so er tað nú ikki sikkurt, at tað er so nógv, sum tær nýtist at gera. Tað er væl møguligt, at ein fund er um mánaðin ella kanska annan hvønn mánað - og til tann fund, so kann gott vera, at tú ert sjúk/ur ella okkurt sovorði. Og voila: "Tú hevur nú skora kassan - fyri onki at gera !!!"
JáH (y) 22.02.2015