Les meira um fundin HER
Men lítið og onki bleiv tosað um, hvussu nógv tað kanska eisini kemur at hava at siga fyri vinnulívið í Føroyum og kanska Kunoyggjuna sum heild. Tí her er talan um Føroyar Størstu Smoltstøð og her koma nógv arbeiðspláss at vera (í hvørtfall 25) - um projekti hjá Bakkafrost verður til ein veruleika.
Hin spurningurin er so, um Bakkafrost skal fáa "gratis" vatn úr Kunoyggjuni ella um Bakkafrost ikki skal gjalda eina samsýning til Kunoyar Kommunu, tí (hóast alt) so er tað vatnið úr Kunoyar Kommunu, sum kemur at hava Heimsins Størstu Smoltstøð koyrandi ella um Bakkafrost skal gjalda Kommunuskatt til kommunar báðar, eini 50/50 ..? Ein annar spurningur er eisini, hví Bakkafrost hevur "loyniliga" keypt hagapartarnir frá fólkið úr Kunoy, uttan at tosað við Kunoyar Kommunu fyrst ..? Og hin mest áhugaverdi spurningurin er eisini: Fer vatnið at tømast ..? Hetta er spurningur, sum saktans kunna setast til Regin á Bakka, tí faktist er hetta nakað, sum fer at broyta Kunoyggjuna TOTALT. Um tað verður uppá tann góða mátan ella tann ringa - kemur tíðin so at vísa.
Hetta er eitt mál, sum Norðoya Portalurin fer at fylgja væl við og eisini vera vit við til fundin, sum vónandi fer at vera heilt skjótt, so at fólk ikki blíva við, at hava sínar egnu illgitingar um tað heila. Nei, vit vóna sjálvandi at øll kortini koma á borði og báðir partar, bæði Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna, vera glaðir fyri eina framtíðar avtalu við Bakkafrost.
JáH (y) 26.05.2016