Men tað er nú ikki júst so einfalt og heldur ikki nakað, sum tey Samkyndu hava spurt um. Nevniliga at sleppa at vera vígd í einari kirkju í Føroyum. Tey vilja einans sleppa at giftast, so at tey fáa somu rættindi, sum eg so mangan, taki fyri givið. Og so spyrja tey ikki eingong um at sleppa at vera vígd í einari kirkju - men heldur um at vera Borgarliga Vígd, tí tey vita sum er, at tey sleppa nokk ongatíð í Føroyum, fáa sama upplivilsi, sum eg fekk tann 03.08.2013 og vera vígd í einari kirkju.
Tí kann tað eisini vera ein sera stórir biti hjá mær at svølgja, tá ið eg hoyri onnur fortelja frá, at Tey Samkyndu als ikki skula fáa somu rættindi sum eg havi fingið fyri onki. Tað burdi ikki verið (men tað er) ein trupuleiki, at eitt Samkynt Par fekk loyvi at koyra ein ringur á fingurin, well ..? Í mínari verð, so skuldu Tey Samkyndu sjálvandi fingið møguleikan at gift seg og enn eina ferð, skal eg sláa fast, at tey vilja ikki eingong giftast í einari Kirkju - men einans hava somu rættindi sum eg og fáa ein ringur um fingurin.
So er tað kanska orðið Hjúnarbands-lógin, sum skilur okkum at ..? Tí eitt hjúnarband er bert ímillum manni og kvinnu, right ..? Nei, soleiðis er tað heldur ikki skrúva saman, folkens - tí soleiðis verður skriva um Hjúnaband: hjúnalag, gifta, ganga saman í hjúnaband el. knýta hjúnaband giftast; standa í hjúnabandi vera giftur osv. Ergo so merkir Hjúnaband, at ein er giftur og tað stendur ikki víðari (enn í Bíblini) at tað SKAL vera ímillum mann og kvinnu. Um vit hyggja vekk frá Bíbliuni eina løtu, so merkir tað ikki at pør sum ikki eru gift eru í Hjúnabandi - men hinvegin, so merkir tað at Pør sum ERU gift, eru í Hjúnabandi. Og tí kundi heilt stutt & greitt verið skrivað: Hjúnaband = Gift/ur, isje sannheit ..?
Kanska er tað bert tað bleyta í mær, sum skipar til, at eg meti, at vit ØLL eiga somu rættindi her í Føroyum - ella er tað kanska rættvísi mær leingist eftir ..? Í øllum førum, so haldi eg (og hetta er MÍN meining) at Samkynd eiga & skula fáa møguleikan at vera Borgarliga Vígd í Føroyum.
JáH (y) 17.04.2016