Men nú ert tú farin tíðliga upp (kl. 05.00) - tí at tú veit, at tú aftur skal sova um dagin - og tá krevst, at tú ert eitt sindur troyttur, tá tú leggir teg aftur um 13 tíðina. Gott er eisini at liggja í einum rúmið - har dagsljós IKKI sleppur inn.
Og drekk ikki ov nógv kaffi - tá tú vaknar á morgni - tá hetta kann føra til, at tú slett ikki sovnar, tá tú leggur teg um 13 tíðina ella áðrenn. Men undirvurdera ikki søvnin hjá tær, tá tað er ein týðandi partur av lívinum - og legg teg so og sov, sjálvt um tað er dagur - tí um tú arbeiðir á einum virki, har tú arbeiðir 12 tímar um dagin - so er tað sera umráðandi at fáa góðan søvn og góðan matna.
Ein sera góð rýtma er 8 x 8 x 8 í lívinum - har tú arbeiðir 8 tímar, svevur 8 tímar og hevur eitt sosialt samband í 8 tímar. Men hevur tú ikki tað luksus við tí sosiala, tá tú arbeiðir í einum virki - sum krevur at tú arbeiðir 12 tímar um dagin - so er (sum sagt áður) sera umráðandi at familja, vinir og kenningar kenna til tína støðu og at tú hevur brúk fyri hesum søvni (min. 6 - 8 tímar) - so at tú kanst vera væl upplagdur, tá tú einaferð skal til arbeiðis.
Góða eydnu, tú !!!
JáH (y) 28.10.2014