Línumenn, dekkarar og sjófólk annars eru í øðini eftir at eitt 3 daga Trygdarskeið brádliga skal taka 3 vikur at taka í Føroyum - har sama skeið tekur 5 dagar í Noregi.
Reiðarnir í Føroyum eru heldur ikki for glaðir yvir tær ymisku broytingarnir, sum Samgongan hevur gjørt í Fiskuvinnuni - ja, ein reiðari fór ikki undir at byggja størri & betri skip (sum tryggjaði fleiri arbeiðspláss) grundað av hesari Samgonguni.
Unga Sjálvstýri hevur júst gjørt vart við, at henda Samgongan eisini roynir at gera livikorini hjá teim ungu lesandi verri (Les bræv HER). Og eisini tey eldru eru misnøgd við hesa Samgonguni, og vilja tey eldru í samfelaganum boða frá, at fundur verður í Hotel Føroyum tann 2. desember kl. 15.00 - tí Samgongan hevur planur um at skerja fólkapensjónina.
So tað er nokkso væl klára, at fáa pissi í kók hjá teim ungu, teim eldru, fiskimonnum og reiðarum - alt í senn!
Nåmen - meti meg ikki at hava gloymt nakað, men tað kann gott vera at eg havi. So til næsta Løgtingsval, tit (sum kann vera heilt forbannað skjótt) Vælsignaði royni okkurt nýtt og velji nú rætt hesa ferð, ok ..? Tað kann so ikki enda verri enn hettar her, well ?!?
Við Nýtt Sjálvstýri atkvøðu
Jógvan á Høvdanum (yngri) 27.11.2015