Einans 97.518,45 euro hava tey megna at skava inn og enn manglar meira enn helvtin.
Sjálvur føldi Paul Watson seg sperdan at seta 500 euro afturat - eftir at vit í Norðoya Portali fortaldi fyri øllum, hvussu lítið hann sjálvur hevði sett í rúgvuna.
Góð 31.110 menniskjur hava koyrt okkurt av oyrum í pengarúgvuna - men falda vit við fólkini við pengarúgvuna, so hava fólkini einans sett 3,13 euro inn hvør - og skal hetta talið enntá takast í fyrivarni - tí mong av hesum fólkunum hava sett nógv meira enn. So ígjøgnum-snitt er talan nógv minni enn 3,13 euro (góðar 23 kr) hvør.
Men enn manglar also góðar 764.500,00 krónir - áðrenn Sea Shepherd hevur rokkið sítt mál - og sær ikki mætari út enn, at Sea Shepherd er í ferð við at fara á heysin av herferðini teir hava gjørt ímóti okkum.
Vit á Norðoya Portali vóna tað besta og liva í vónini, at felagsskapurin fer á heysin og øll Sea Shepherd fólkini vera tveitt út úr Føroyum. Og tá ið ongir pengar eru eftir hjá Sea Shepherd - so skal man vera nokkso sikkur uppá, at Paul Watson finnur uppá okkurt annað skralltómt.
JáH (y) 16.09.2015