Eg fari at virka fyri, at Heimavørn (hjemmeværn) verður stovnað í Føroyum. Heimavørnin skal verða væl vand fólk, sum kunnu hjálpa løgregluni í samband við grindadráp. Heimavørnin kann eisini hjálpa til hjá løgregluni í øðrum málum.
Vit skula ikki lata okkum kúga av slíkum felagsskapi og lítið nyttar at gera eina Grindalóg, sum sigur at tú skal boða frá eini grind um tú sær eina. Sum ein rættur føroyingur, so boðar tú sjálvandi frá - um tú sær eina grind. Men kanst tú forlanga hetta av einum ferðandi ..? Nei, tað riggar ikki og kanningar vísa, at tað eisini verður brúkt ímóti okkum.
Lættasta loysn er at banna felagskapin, júst sum tey hava gjørt í Íslandi og aðrastaðnis. Tá sleppa vit eisini undan, at forsvara okkara rætt at drepa grind kring allan heim. Vit noyðast eisini nú, at vísa heiminum eina aðra mynd av okkum sjálvi - enn tí myndina, sum Paul Watson roynir at vísa heiminum. Vit kunna ikki bert sita hendur í favn og lata sum onki - tí ferðavinnan kann fáa ein stóran skaða av
hesum.
Tí er mítt høvuðsmál til hetta Valið, at bannað Sea Shepherd og eftir at vit hava fingið hetta ígjøgnum, so fari eg at betra um okkara umdømið. Tá ið tað er gjørt - so fer ferðavinnan at blóma totalt og vit føroyingar fara at liva júst sum vit plagdu at liva. Ja, kanska enntá - tori eg at lova, at um ferðavinnan fer at blóma, so fara vit at liva enn betri enn fyrr.
Ferðandi sum eru her - eru totalt bergtikin av okkara vakra landi. Og mong av teimum hava tað ikki gott við at Sea Shepherd gongur & melur runt og kikkar eftir grind. Mong av teim ferðandi vildu helst sloppið undan einum slíkum terror-felagskapi og tað er heldur ikki nakað vit kunna bjóða teimum - ei heldur okkum sjálvi.
Velur tú meg tann 1. september, so ger tú Føroya landi eina tænastu - tí eg fari nevniliga at arbeiða fyri okkara land. Eg fari at stríðast nógv meira enn áður - har eg havi teknað eina Anti Sea Shepherd teknirøð um dagin - og fari eg eisini at halda tað, sum eg havi lova. Danska Grundlógin boðar eisini frá, at vit kunna útihýsa einum felagsskapi, sum bert hevur terror til endamáls og tað er júst tað, sum Sea Shepherd er.
Um tað ikki verur við bragi - har hinir sum har sita fáa kaldar føtir - so skula allar sjóreglur & landareglur herðjast fyri Sea Shepherd (og ongan annan) og tá skula vit eisini vísa teimum, hvørji vit eru. Sera einkult, so kunna lógir skrivast - sum ger tað so trupult hjá teimum, at virka í Føroyum - at tað ikki fer at loysa seg yvirhøvur, at koma aftur her til.
Lat røddina tala fyri teg tann 1. September. Lat tað føroyska hjarta føra tær vegin. Og so skal eisini sigast, at persónliga - so havi eg tað við politikarum, sum við blævum. Inn ímillum - so skal lorti skiftast út! Vel mannin, sum arbeiða fer fyri at BANNA Sea Shepherd. At betra um Ferðavinnuna. At betra um korini hjá Sjómanninum. At betra um korini hjá Talentunum. Og at her í Føroyum skal loysa seg at hava Erfaring.
Um tú ynskir eina broyting í Føroyum - so eri eg ein gongd leið.
Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri