Anti Sea Shepherd er 60 síður av stuttligum hvalaskemti og kostar bókin einans 69 kr (hevur tú nakrantíð skitið so bleyt ..?) og eru allar keiputekningarnir í liti. Ikki einans er hetta tann perfekta gávan til tín útlendska vin - men hetta er so sanniliga eisini tann ultimativa gávan til Hvalaveiðumannin.
Bókin er at fáa á øllum Bókahandlum kring Føroya land og undirritaði hevur fingið at vita frá ymiskum fólkum, sum elska grind, spik & eplir - at dagurin er ikki ordiliga komin uppá sítt pláss - fyrr enn henda bók liggur undir tínari lið.
Her eru allar tær kendastu & populerastu keiputekningarnir, sum deildar eru fleiri túsund ferðirnar runt um alla verðina. Hetta er simpulten ein "must" fyri fólk, sum troytt eru at síggja fólk við S.S. hettutroyggjum kring okkara oyggjar, har somu fólk skula fortelja okkum hvat vit eiga at gera og hvat vit ikki eiga at gera.
Um tú vilt hava ein látur og flenna tað heila vekk, so er hetta júst gávan til tín og sigast skal eisini, at tú verður noyddur at skunda tær - tí avmarkað nøgd eru av Anti Sea Shepherd teknirøðini.
JáH (y) 2015