Kl. 18.00 kemur jólaskipið aftur til Klaksvíkar og nakað spent eru øll børnini, tá ið jólamennirnir koma.
SáH
Fyri løtu síðani fór jólaskipið út eftir vágni í Klaksvík og er nú á veg til Leirvíkar. Kl. 18.00 kemur jólaskipið aftur til Klaksvíkar og nakað spent eru øll børnini, tá ið jólamennirnir koma. SáH Fríggjadagin hevði Betri jólahugna fyri Klaksvíkingum. Fitt av fólki vóru møtt upp og fingu tey heitt Kakoe við bollum, karamellir og annað gott. Eisini vóru tað tríggjar kappingar, har man kundi vinna eina stóra jólakurv við øllum lekrum. Ein kapping var um at gita, hvussu nógv 25 oyru vóru í einari krukku. Boðið hjá Norðoya Portalinum var 178,00 kr., men ein var tættari, hon gitti 240,00 kr. men har vóru also 238,00 kr. í krukkuni. Eisini var ein kapping um nær Eik bleiv til Betri og síðsta kapping var um, hvat liturin hjá Bassa er? Sera hugnaligt , veðrið var sera kált og tað kom sera væl við at fáa heitt Kakoe. og bollar. Her myndir av jólahugnaum, klikk her: "Jólahugni hjá Betri". SáH Næsta sendingin um Fulgoy bleiv send á DR týskvøldið, hetta er sending nummar tvey av trimum. Hygg eftir sendingini, klikk her: "Anders Lund Madsen den yderste ø 2-3" SáH Sonja Jógvansdóttir varð gestur í Dagur & Viku ígjár og segði bart út, at um Løgmaður ikki loysir trupuleikan heilt skjótt, so kann tað væl vera, at hon ikki trýstir á ja-knøttin í dag og sostatt so fellur Fiskivinnunýskipanin ... Sjá klipp HER Hon heldur ikki, at leiðslan hjá Samgonguni er nóg væl skipað og at hennara uppskot fall - varð skuldin hjá leiðsluni hjá Samgonguni - tí ein Samgongu eigur at standa saman og fáa slík mál ígjøgnum - uttan hjálp frá Andstøðuni. Sonja Jógvansdóttir kravdi av Løgmanni, at hann fekk broytt støðuna ígjár - um hon skuldi hjálpa til uppskotið av Fiskivinnunýskipanini og gjørdi Løgmaður ikki tað, so kundi tað also fáa avleiðingar í dag. Sostatt kann sigast, at Fiskivinnunýskipanin partvís avhangur av Sonju Jógvansdóttir. JáH (y) 12.12.2017 Norðoya Portalurin var og hugdi eftir Buldralig jól í Brandstøðini fríggjakvøldið og sigast skal at hatta vóru nøkur Buldralig jól. Tvær sýninar eru eftir og tær vera leiktar í kvøld. Her myndir av leikinum, klikk her "Buldralig jól". SáH Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal and spatial variability of zooplankton on the Faroe shelf in spring 1997-2016”. Í greinini verður djóraæti á Landgrunninum seint í apríl, bæði á innari og ytru leiðunum, viðgjørt. Høvundarnir eru Sólvá Jacobsen, Eilif Gaard, Karin Margretha Húsgarð Larsen, Sólvá Káradóttir Eliasenog Hjálmar Hátún. Bæði toskur og hýsa gýta á vári. Seint í apríl eru fiskalarvurnar smáar um 0.5-1 cm, og tí klára tær einans at taka smáa føði. Egg og ungar undan djóraætinum eru hóskandi føði ta fyrstu tíðina, men so hvørt sum fiskalarvurnar vaksa, megna tær at taka størri og størri føði. Hendan greinin viðger samansetingina av djóraæti á vári í mun til umhvørvisviðurskifti, so sum hita, saltinnihald og gróður. Kanningarnar eru gjørdar í eitt 20-ára tíðarskeið ... ... Les meira HER Kelda: Gransking.fo Við nýggjari heimasíðu og facebooksíðu ynskir kommunan at koma nærri borgarunum í kommununi og almenninginum annars. Les um nýggju møguleikarnar við síðunum her. Heimasíðan er eitt týdningarmikið amboð í samskiftinum millum kommununa og borgaran, og við nýggju síðuni leggja vit okkum eftir at gera tað lætt og ómakaleyst hjá øllum at finna dagførda og relevanta kunning og vitan um tænastur, verkætlanir og kommunala virksemið sum heild. Umframt tíðindaflutningin og evnisbólkarnar á forsíðuni, sum framvegis eru at kenna aftur frá gomlu heimasíðuni, eru nú eisini skiftandi temasíður á forsíðuni, sum skulu gera tað lætt at finna neyðugu vitanina um ymisk evni, eitt nú um tilflyting, sethúsabygging og kommunalar tænastur og veitingar. Harumframt er knøtturin “boð til borgarar” festur á forsíðuna, har dagførd kunning um eitt nú ferðslubroytingar ella óreglsemi í vatnveiting er tøk. Knøtturin er sostatt eitt hent amboð í samband við bráðfeingiskunning, sum kann hava ávirkan á gerandisdagin í kommununi. Í samband við nýggju heimasíðuna hevur kommunan eisini fingið lív á sosialu miðlunum við facebooksíðu. Endamálið við facebooksíðuni er somuleiðis at knýta tættari samband millum kommununa, borgarar og umheimin. Kelda: Klaksvíkar Kommuna So er at skunda tær at keypa atgongumerki til ársins frekasta show "Buldralig Jól", sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri - tí sera fá atgongumerkir eru eftir og tað verður einans spælt í kvøld og ímorgin afturat. Keyp atgongumerkir á: www.atgongumerki.fo Fólkini, sum vóru og hugdu ígjár hildu sera nógv um showið og hevur tað fingið sera góð ummælir kring Facebook. Leikarnir hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru aftur til reiðar í kvøld at seta gongd í láturmusklarnir hjá fólkið, sum koma sær ein túr í Gomlu Brandstøð. Hoyr annars samrøðuna, sum Jógvan á Høvdanum (yngri) hevði við Útvarpi ígjár HER og samrøðuna sum Emry Jo hevði við Norðlýsið HER KS 09.12.2017 Ársins freka show verður sjálvandi í Klaksvík og hesaferð ber tað heitið Buldralig Jól, sum kemur at vara í ein góðan tíma. Hoyr samrøðu við Emry Jo HER Hetta er platt, frekt, lokalt og banalt og tað er júst tað, sum vit elska. Vit hava ein heilt stóran plattform fyri tónleiki, skemti og gaman - har vit fara at gera okkara til, at tú kemur at krympa tær. Milt sagt, so er hetta SHOWIÐ av SHOWUM og vit eru heldur ikki bangin fyri, at leggja fingarnar ímillum, folkens. Billettsølan er longu byrja og kunna billettir keypast á www.atgongumerki.fo og sigast skal beinavegin, at talan er um avmarkað pláss til sýningarnir. Av tí at Jólamánin er, so hava leikarnir gjørt av, at tað vera einans 6 sýningar av tí freka showinum, har tað tilsamans einans er pláss fyri 300 fólkum. Sjá myndarøð niðanfyri: JáH (y) 07.12.2017 |
Arkiv
April 2019
|