So hví skula vit føroyingar blíva við, at góðtaka meiningarnir hjá Sea Shepherd viðhaldsfólkum, sum einans hava til endamáls at skaða okkara umdømið, so at vit gevast við at eta grind ..? Og tað tykist mær sera løgið, at Marna Frida Olsen, sum stendur á odda saman við Rúna Nielsen við dokumentar-filmunum: Grindahvalur - skal ganga turné runt Føroya land og líkasum vísa tað, at vit drepa grind - er nakað skeivt, ótespiligt og als ikki tíðarhóskandi. Leygardagin á sjálvum Summarfestivalinum, skal dokumentar-filmurin Grindahvalur vísast í Atlantis Bio og mín vón er, at ONGIN møtir upp til filmin, tí vit skula als ikki føla okkum illa fyri tann matna, sum Guð hevur givið okkum: nevniliga Grindina, sum smakkar so ómetaliga væl - at ikki kann hugsast annað enn, at hesin Grindahvalur er gjørdur til okkum menniskjur at eta.
Marna Frida Olsen stendur eisini aftanfyri Facebook bólkin: Grindaboð.fo og eisini har vísur hon (eins hennara vinur Paul Watson) at einans hennara meining hevur nakað at siga og ikki tín. Tí hon (eins Watson) tveitur fólk út úr síðunum, sum hava góð argumentir fyri at drepa grind - har meiningarnir sum ikki eru eins hennara. So hví skula 99,9 % av fólkunum, sum góðtaka grindadráp - góðtaka filmin hjá Marnu ..? Eg veit fyri vissu, at eg fari so IKKI at hyggja eftir filminum, sum eg veit tekur útgangsstøðið at grindadráp er nakað ringt.
Men tað sum eg havi hug til er, at bjóða Marnu Fríðu Olsen til eitt beinleiðis kjak um Grind - har hon kemur við sínum meiningum og eg við mínum um grindadráp. Tí eg meti nevniliga, at argumentini hjá mær eru so mikið góð, at hon ongan kjans hevði ímóti mær - um so skuldi verið. Veit hvat Marna Fríða Olsen sigur til tað ..? Kanska hon og Watson kundi kjakast ímóti mær í senn ..? Hon kundi umsett hvat eg sigi til Watson ..!
Nåmen, Góðan Summarfestival, tit - og eg fari sjálvandi á Summarfestival, men skuldi ein Grind komið á leiðini, so er tað bara "Adios Summarfestivalurin" og "Hellow Grind !!!" (sum smakkar so heilt ónátúrliga væl, at ... halt kjaft ikki, havi longu sagt tað).
JáH (y) 04.08.2016